Trolvirkið Vónin er árliga við á mongum messum og er eisini við á Fish Fair. Virkið er stovnað í 1969 og trolparturin í 1971.
Á virkinum í Fuglafirði starvast eini 50 fólk og har verður tann sonevndi pelagiski parturin fram-leiddur, svartkjaftatrol og snurpinót. Á virkinum í Havn starvast eini 15 - 20 fólk, har tey framleiða botntrol og rækjutrol.
Nýggjasta nýggja
- Trolini frá Vónini eru føroyskt handverk, tá tað er best, og tað hevur eisini víst seg at geva nakað. Útgerðin virkar væl og fiskar væl, sigur Hans J. Poulsen frá Vónini og kann fegin staðfesta, at fleiri trol nú fara til íslands til íslendsk fiskifør, har teir hámeta trolini.
Føroyski marknaðurin minkar og tí fegnast tey á Vónini um, at tað er eydnast at finna útlendskar marknaðir. Eini fimm alinótir eru farnar til Íslands, og er hetta enntá til toskaframleiðslu.Og fyri fyrstu ferð eru trol seld til Hollands, Írland, Marokko og aðrastaðir við.
- Vit gera nógv fyri at fóta okkum uttanlands og útlendskir fjølmiðlar vita av hesum og vísa stóran áhuga, men føroysku fjølmiðlarnir vísa hesum nærum ikki ans, sigur Hans J. Poulsen undrandi.
Útflyta mest
Á Vónini staðfesta tey, at tað hendir nógv í hesum døgum og at neyðugt er at fara út at finna aðrar marknaðir, tí t.d. er alimarknaðurin her heima burtur.
Vónin er tann fyritøka her heima, ið útflytir størsta milliónavirði árliga, tá tað ikki beinleiðis snýr seg um fisk. Útflutt verður fyri eini 20 milliónir árliga.
Á mongum messum
Vónin hevur verið á Atlantic Fish Fair áður, men er annars við á mongum messum árliga, so har duga tey illa at meta um, hvat slíkar messur geva í hvørjum einstøkum føri.
Men tey ásanna, at slík stevna eisini hevur við sær, at útlendskir veitarar koma hendavegin og at mong teirra, ið koma, júst koma fyri at selja.
Men við støðugum vøkstri úti í heimi eru vónirnar góðar á trolvikinum, sum húsast bæði í Fuglafirði og í Havn og sum er við á Fish Fair við stórum bási.