Fótbóltur
Fyri fyrstu ferð síðani summarsteðgin máttu klaksvíkingar fara tómhentir av vøllinum í Formula-deildlini, tá teir vitjaðu á Argjum sunnudagin.
Har spæliur AB enn fyri møguleikanum at halda sætið í bestu deildini, og viljin til hetta vísti seg at vera nóg stórur hesaferð.
Fyrra umfarið var annars ikki tann heilt stóri munurin á liðunum. Klaksvíkingar løgdu seg enntá á odda eftir stórum korteri, tá Kristoffur Jacobsen átti seinasta fótin.
AB kom tó spakuliga fyri seg. Sum hálvleikurin leið, strongdu teir sær eina alt størri leikliga yvirvág, og hóast brotssparkið var av heldur bíligara slagnum, so tók Allan Mørkøre av, tá dómarin metti klaksvíkingar hava nýtt hondina til hjálpar í brotsteiginum.
Besti hálvleikurin
Seinna umfarið spældi AB helst tað besta, sum liðið hevur spælt í ár. Við at nýta breidd og dýpd í spælinum varð KÍ-verjan ferð eftir ferð tagað sundur, og álopini skolaðu oman við alsamt størri ferð.
Tað gekk heldur ikki long tíð, áðrenn Rógvi Poulsen hevði skotið AB upp á 2-1, men so gekk striltið at fáa meira burturúr. Hóast vandin var heilt stórur fleiri ferðir, so lúrdu klaksvíkingar alla tíðina eftir kontra-álopinum, sum kundi bjarga teimum eitt stig. Og tó at møguleikarnir sjáldan gjørdist opnir, so var talan fleiri ferðir um vandastøður.
Móti dystarenda varð punktum tó sett. Allan Mørkøre, sum sýndi satt stórspæl á veinginum, varð feldur í gjøgnumbroti. Tað gav reytt kort til Símun Joensen, og tá Allan so sendi frísparkið innfyri, kundi innskifti Jón Nielsen við einum kontrolleraðum hálvfluktara beina bóltin niður í málhornið. 3-1 til AB, og so var fagnaðurin á bæði spælarum og viðhaldafólki øgiligur. Ikki bara tí sigurin gav trý stig, men minst líka nógv, tí spælið gav ábendingar um, at AB als ikki er liðugt í Formula-deildini í ár. Í øllum førum skal einki av oddaliðunum kenna seg heilt trygt, nú tey standa fyri framman komandi umførini. Tí megnar AB at sýna nakað av sama spælinum hesar dystirnar, kunnu bæði eitt og trý stig lættliga spyrjar burturúr.
Mynd: AB-KÍ
Mynd: Álvur Haraldsen









