Rógvi Joensen er sølumaður á Vónini, og hann letur sera væl at hesum fyrsta túrinum:
- Úrtøkan var sera góð, og vit eru væl nøgdir. Vit hava roynt í fleiri ár at menna eitt trol, sum kann brúkast til kongafisk, men tað skal ein serlig tøkni til. Tey eru sera stórmeskaði, og talan er um løtt flótitrol. Tað er roynt at fiska kongafisk við svartkjaftatrolið, men tað riggaði ikki.
Vónin ætlar sær at arbeiða víðari við trolinum, og teir hava ætlanir um at gera seg galdandi á altjóðamarknaðinum.
- Íslendarar eru fremst innan tílík trol, men vit meta, at vit hava eitt gott trol, og vit ætla at taka kappingina upp og koma inn á marknaðin, sigur Rógvi, sum sjálvur var við Fagraberg á túrinum, har ið trolið varð ment.
Rógvi sigur, at teir hava fingið fleiri fyrispurningar um nýggja trolið. Tað eru eisini útlendingar, sum hava sýnt áhuga fyri hesum. Hann fegnast eisini um, at nýygja trolið kann vera við til at geva arbeiði í Suðuroy.