Vónin er ljósablá

Christian Lundberg og eitt til tíðir væl spælandi KÍ-lið sendu GÍ so logandi niður á jørðina, tá teir settu heili fýra bóltar aftur um Geza Turi

Fótbóltur

KÍ prógvaði hóskvøldið, at teir so ruddiliga eru ávegis úr aldudalinum, sum liðið annars tóktist vera komið í. Talan var annars um at gerast um trupla støðu á stigatalvuni, har restin av feltinum hótti við at renna undan klaksvíkingunum, sum annars ikki hava dult stóru málini, sum sett eru.

Intensiteturin øktist
Fyrra hálvleik var kanska ikki tað stóra at rópa hurrá fyri. Talan var tó um hampuligan intensitet, og eftir at liðini høvdu kent seg fram fyrsta korterið, byrjaði veruligt fótbóltsspæl spakuliga at síggjast.
Klaksvíkingar løgdu skjótt kickn rush-bóltin á hillina, tá gøtumenn nýttu einfalda vápnið at leggja verjuna djúpt, og spakuliga tvingaðu teir sær eisini eina yvirvág. Nærri enn eini frálíkari langskotsroynd frá Atla Danielsen komu teir tó ikki, og tá gøtumenn so eisini byrjaðu at trýsta undan steðginum, øktist prátið millum mongu áskoðararnar, sum vóru til dystin.

GÍ gjørdi tað trupult
Sama prátið mundi ikki gerast minni eftir steðgin, men nú vóru tað tó fyri tað mesta gestirnir, sum vóru mælskir. Tí eftir bara níggju minuttum hevði KÍ so ruddiliga sett seg á dystin. Fyrst stríddi Heðin á Lakjuni seg væl ígjøgnum mitt fyri. Hann hevði sum so mist bóltin, tá málverji og verjuspælari í felag tacklaðu, men tað eydnaðist tó at blokka yvir til Lundberg, sum sera hegnisliga lyfti av brotsteigarmarkinum og í málið. Gøtumenn vóru kanska nakað skelkaðir, og í øllum førum vóru teir ókonsentreraðir, tá teir bara minutt seinni gjørgdu uppgávuna hjá sær enn truplari. Eftir at hava givið bóltin upp, fluttu teir nógv fólk fram, men KÍ revsaði alt fyri eitt, tá ein langur bóltur fann leysan Clapson sum spældi til ein enn leysari Elttør.
Var mótbrekkan ikki nóg brøtt, so hjálpti tað til skeiva vegin, tá Poul Arni Jacobsen lítla løtu seinni fekk reytt kort. Talan var um óneyðuga hevnisøku, sum varð gjørd beint framman fyri dómarunum, og so var bara ein vegur. Út við Poul Arna og GÍ niður við nakkanum.
KÍ slapp eisini veruliga at folda seg út eftir hetta. Kanska vóru teir ikki heilt so tættir, sum teir áttu at verið við 2-0 leiðslu og ein í yvirtali, men teir lógu støðugt fram við at skora upp á kontrabóltar, og hesir vóru nógvir í tali, tá GÍ mest sum fyrilitarleyst royndi at fáa spenning í aftur.

LundbergX3
Og so var tað, at Christian Lundberg gjørdi um seg. 3-0 málið kom eftir frálíkan diagonal-bólt frá Heðini á Lakjuni, og hóast Sámal Joensen løtu seinni minkaði, tá hann rættaði avrættaða skotroynd í netið, so munaði tað lítið. Danin, sum støðugt lúrdi á rangstøðumarkinum, fekk snýtt felluna, og púra leysur og púra kaldur staðfesti hann sigurin.