Leingi sá tað svart út. Men nú tað resta tvey umfør, er bjargingin hjá FC Suðuroy bara eitt stig burtur. Fýra stig eru komin til høldar tvær tær seinastu ferðirnar, og um tað eydnast at vinna eitt stig meiri burturúr tveimum teimum síðstu umførunum, enn tað eydnast sandoyingum at vinna, so fara suðuroyingarnir eisini í 2011 at spæla í bestu deildini.
Hjá FC Suðuroy er Heini Bech leikbannaður hesa ferð, og Martin Tausen er tøkur aftur eftir leikbann.
Víkingur spælir framvegis fyri europeiskari luttøku. Hesa ferð er vongverjin í høgru Sverri Jacobsen leikbannaður.
– Um tað eydnast okkum at vinna á Vágseiði, so kann tað fara at laga seg soleiðis, at tað í síðsta umfari í Sarpugerði verður finala um europeiskt pláss, tá ið ÍF kemur at vitja. Tað hevði verið fínur endi á kappingarárinum hjá okkum, staðfestir Jógvan Martin Olsen, venjari hjá Víkingi.