Vónin er betri veður og hægri støði

Fyrsti triðingurin av kappingini hevur verið eyðkendur av fleiri óvæntaðum úrslitum og rættuliga óstøðugum avrikum

Fótbóltur

 

Fyrsti triðingurin av 2007 kappingarárinum er lagdur afturum. Nýggi triðingurin og níggju umfør eru fingin frá hondini, og nú stendur, um tað ber til at orða tað soleiðis, gamla kappingin fyri framman.

Eftir fyrsta triðingin er alt púra opið. Í toppinum eru tað fýra stig frá oddaliðnum EB/Streymiu og aftur til HB á fjórða plássi. Í botninum eru tað seks stig frá AB á 9. og næstaftasta plássi og fram til B71 á fimti aftasta plássi.

Toppurin sær soleiðis út, sum tað undan kappingarbyrjan varð roknað við, meðan tað er óvæntað, at úrtøkan hjá klaksvíkingum skal hava verið so mikið soltin, sum hon hevur verið.

Mest óvæntaðu úrslitini higarti hava uppflytararnir og meistararnir staðið fyri. B71 sigurin á HB í Gundadali var staðfesting av, at sandoyingar ikki ætla sær at vera kanónføði, og at tað eydnaðist AB á heimavølli at røkka javnleiki móti HB á heimavølli var við orðinum hjá HB liðformanninum áminning um, hvussu torført tað er at læra av egnum mistøkum.

At venjarar verða sagdir úr starvi hevur undanfarnu árini verið størri og minni partur av fótbóltsárinum, og tað er meiri enn so komið fyri, at fleiri venjarar hava fingið sekkin, áðrenn kappingin hevur verið hálvrunnin. Status á tí økinum er, nú ein triðingur av árinum er farin, at ein venjari – tann á Skála – er sagdur úr starvi.

10. umfar verður á skránni sunnudagin. Tá verður spælt soleiðis: AB-EB/Streymur, GÍ-HB, Skála-NSÍ, B71-KÍ og B36-VB/Sumba.

Áðrenn tað verður komið so langt, skulu fleiri av feløgunum í Formuladeildini longu hósdagin í eldin. Kristi Himmalferðardag eru fjórðingsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið á skránni: HB-AB, VB/Sumba-TB, KÍ-Skála og EB/Streymur-ÍF.

Summi feløg skulu sostatt spæla Formula fótbólt sunnudagin við steypadysti frá hósdegnum í kroppinum, meðan onnur alla hesa vikuna hava lagt venjingarnar til rættis eftir sunnudags umfarinum.

 

Óstøðugt

Dagarnir eru langir og næturnar stuttar. Hóast eyðkenda óstøðuga føroyska várveðrið hevur tað eyndast at fáa alt tað í fótbóltinum frá hondini, sum hevur verið á skránni.

Higartil hevur størsti saknurin verið góða og flótandi fótbóltsspælið. Alt ov ofta – eisini tá ið tað hevur verið væntað og roknað við góðum avrikum – hava dystirnir verið eyðkendir av lítlum neyvleika og nógvum mistøkum.

Nú man lýkkan – í hvussu so er eitt sindur av henni – ikki vera so langt burtur. Níggju umfør eru avgreidd í Formuladeildini, og nógva dystarvenjingin, lýggjari veður og vónandi minni vindur eiga at bera við sær, at leikligu avrikini fara at batna.

Spælararnir hava vant við fullari ferð í næstan fimm mánaðir, og tað eigur at fara at síggjast aftur.

Um tað ikki skjótt fer at síggjast aftur í Formula deildini, so er tað vónin ella rættari sagt púra víst, at tá ið italsku heimsmeistararnir fara at vitja, verður talan um bóltførleika, neyvleika og hugflog og støðugt avrik á hægsta støði.