Vónin bjargað í yvirtíðini

Pólverjar vóru í øðini. Men hóast brotssparkið helst verður nógv umrøtt, so var eingin ivi um, at Eysturríki hevði uppiborið í øllum førum eitt stig fyri ómakin í gjárkvøldið

Fótbóltur

 

Dómarin ivaðist ikki, tá hann í yvirtíðini dømdi brotsspark. Á sjónvarsmyndunum var eisini sjónligt, at Lewandowsky væl og virðiliga hevði fatur í troyggjuni hjá mótstøðumanninum, men talan var samstundis um støðu, sum á ongan hátt er óvanlig í hornasparksstøðum.

Hvussu var og ikki, so bjargaði hetta Eysturríki eitt uppiborið stig og eina framhaldandi vón um at spæla seg í fjórðingsfinaluna í endaspælinum.

Eysturríki átti kanska longu at avgjørt dystin fyrsta korterið, tá teir tríggjar ferðir skaptu sær upplagdar møguleikar móti einum pólskum liði, ið mest av øllum tóktist ófyrireikað upp á trýstið, sum heimaliðið legði á.

Hickersberger og hansara menn blástu nevnliga til álop frá fyrsta bríksli, men ístaðin fyri at leggja seg á odda, mátti Eysturríki brádliga ásanna, at gestirnir løgdu seg á odda. Roger Guerreiro var skjótastur at fylgja upp eftir skotroynd, og so hjálpti tað lítið, at sami Guerreiro var rangstaddur í støðuni, tí linjuverjin veittraði ikki.

Eftir steðgin kundi Pólland økt, men ein væl leikandi Jürgen Macho helt Eysturríki inni í dystinum. Og so kom brotspparkið altso. Eitt brotsspark, sum elsti spælarin í kappingini – 38 ára gamli Ivica Vasti? – trygt setti í netið.

Kanska var tað eisini heppið, at tað júst var Vasti?, sum setti bóltin í netið. Eitt av mongu bryggjaríunum í Eysturríki hevði lovað ókeypis øl restina av lívinum til tann spælarin, sum skoraði fyrsta málið fyri Eysturríki. Ein stór øl-nýtsla er ikki júst tað, sum hóskar best til eina tilveru sum yrkisspælari, men nú Vasti? stendur fyri pensiónsaldrinum á fótbóltsvøllinum, nýtist honum ikki at taka heilt somu atli.