Samstarv
Stord liggur millum Stavanger og Bergen og har bygdu tey fleiri av heimsins størstu tangaskipum fram til oljukreppuna í 70-unum. Eftir tað tók oljuvinnan dyk á seg og hetta kom sera væl við hjá kreppurakta Stordøkinum, har stórt arbeiðsloysi bráddliga varð avloyst av eini nýggjari og spennandi framtíð, nevniliga nýggju vinnuni á norska landgrunninum.
Umleið 30 ár eftir hesa nýggju byrjan hjá Stord kom so í lag samstarvið við føroyska flogfelagið. Atlantsflog, sum áður hevur tikið eina hond við í flutningi av oljufólki í Føroyum, vildi brúka sínar royndir í útlandinum eisini. Eftir eitt drúgvt og grundleggjandi forarbeiði fingu starvsfólkini hjá Atlantsflogi eina avtalu í hús. Ein avtala, sum kann fáa positivar avleiðingar fyri aðrar partar av føroyskum vinnulívi sum frálíðir.
Á samkomuni í Stord hósdagin søgdu norsku stjórnarnir seg vera sera væl nøgdar við sáttmálan við Atlantsflog og hildu fyri, at hetta samstarvið fór vónandi eisini at fevna um flutning av norskum ferðafólki til Føroyar á sumri.
Virðing
Magni Arge, stjóri segði, at føroyingar hava stóra virðing fyri tí fyritøku vit skulu arbeiða saman við, Aker Stord, sum er ein av teimum stóru fyritøkunum í Noregi og er partur av Aker Kværner samtakinum, ið aftur hevur ein sera týðandi leiklut í norskum vinnulívi.
-Vit hava eisini vónir um at kunna megna hesa uppgávuna, og vit høvdu ikki bjóðað okkum fram at átikið okkum slíkt, um vit ikki mettu, at vit vóru førir fyri tí. Vit halda eisini, at vit hava prógvað hetta øll tey árini vit hava flogið í Føroyum og har til ber at siga, at operativu viðurskiftini í Føroyum og Noregi eru rættiliga meinlík.
Magni Arge vísti á, at hetta er ein sera stórur dagur fyri Atlantic Airways og er hetta størsti einstaki sáttmáli felagið hevur undirskrivað. -Eg haldi eisini, at hetta er ein viðurkenning av Atlantic Airways og tess starvsfólki, har vit lata eina kappingarføra vøru, eisini máld eftir norðurlendskum ella europeiskum alin.
Magni Arge segði seg síggja nógvar framtíðar møguleikar í samvinnuni. Framtíðar perspektiv fyri Atlantic liggja m.a. í tí, at kanska eini 30% av framleiðsluni fara at liggja uttan fyri Føroyar, og tað er so ein nýggj menning av fyritøkuni.
Hann vónaði, at samstarvið verður so mikið gott, at tað kann fara at halda fram longur enn tey bæði árini, sum sáttmálin fevnir um og kann koma til at fevna um aðrar uppgávur eisini og vit fara eisini at medvirka til at finna møguleikar fyri at útvega fólkinum í Stordøkinum fleiri ferðamøguleikar og harvið eisini kunna útvega fólki her arbeiðsmøguleikar innan flogferðsluna.
-Ein kann eisini spyrja, hvat er meira hóskandi fyri at føroyskt flogfelag enn at leita eftir menningarmøguleikum í gamla Noregi. Tí tað er jú higani vit koma.
Tøkk til øll starvsfólkini
Magne Arge vísti á, at góða lagið undir samráðingunum hevur verið merkt av, at vit hava somu mentanarligu bakgrund og tí eisini havt lættari við at skilja hvør annan. Hann rósti teimum fólkunum frá Aker Stord og Atlantsflog, sum hava staðið fyri samráðingunum og nevndi Hans Hansen, flogskipara, sum hevur ein fortíð í at flúgva í Noregi, Marius Davidsen, fíggarstjóra og Pætur Rasmussen, sum hevur verið verkætlanarleiðari fyri hesa uppgávuna.
-Men tað er ikki bert ein spurningur um góð samráðingarfólk. Eitt gott úrslit byggir fyrst og fremst á øll tey mongu starvsfólkini hjá báðum fyritøkum, tí tað eru tey, sum hava gjørt, at vit hava verið førir fyri at samráða okkum til ein sáttmála av hesum slagnum.
Takk fyri álitið - vit vilja ikki svíkja tað, tvørturímóti vilja vit gera alt vit kunna liva upp til tær vónirnar, sum eru og vit síggja fram til eitt langt og gott samstarv longur enn hesi bæði árini.