- Eg tori einiki at spáa. Tað er sjáldan, at teir spæla tveir góðar dystir upp í slag. Eg vóni tað besta, men tað kann eisini enda við skrædli, helt Sólbjørn Mortensen, sum vit eisini møttu á Vaglinum í morgun.
Sólbjørn er sjálvur gamal landsliðsspælari, og var við í fimm landsdystum frá 1970-72. Dystirnir vóru móti Hetlandi, Orkneyoyggjunum og Íslandi. Í sambandi við landsdystin á Svangaskarði í kvøld hevur hann tveir hetlendingar búgvandi, sum hann kennir frá fólkadansi.