Vóni, STÍF hevur ein góðan dag

Sjálvur verður borgarstjórin ikki í høllini í Vestmanna leygardagin, tí hann er á messu í Týsklandi. Kortini fer hann at lurta á internetinum.

Borgarstjórin í Sjóvar kommunu, Eivind Jacobsen, er sum verða man rættiliga spentur undan endabrestinum í landskappingini hjá monnum. Leygardagin verður tann stóra finalan, tá oddaliðini VÍF og STÍF bresta saman í Vestmanna.

Tíverri verður Eivind staddur í Týsklandi leygardagin, har hann í løtuni er á messu um máling

? Henda messan er bert annað hvørt ár, og tí eri eg noyddur at luttaka. Tað er stórt spell, nú stóra finalan verður í hondbóltinum, og mínir bygdamenn hava møguleika at vinna FM, greiðir Eivind Jacobsen frá.

Borgarstjórin fylgir annars vanliga væl við í hondbóltskappingini- bæði hjá kvinnum og monnum, og hann sigur seg vera sera spentan til dystin leygardagin. ? Tá, eg ikki sjálvur kann vera til staðar, so farið eg at lurta á internetinum, sigur Eivind úr Týsklandi.

Spurdur um, hvønn týdning ítróttin hevur fyri Sjóvar kommunu, svarar Eivind, at hon hevur stóran týdning. Hann vísur á, at flest øll varða av STÍF, og at felagið hevur nógv at siga fyri trivnaðin í kommununi.

? Fyri tey ungu hevur tað nógv at siga at tað gongur væl hjá teimum eldru, tí tað eftir mínum tykki økir um áhugan hjá teimum ungu, fortelur Eivind Jacobsen.

Tað hevur gingið væl hjá teimum eldru í STÍF í ár, menninir hava møguleika at vinna FM, og kvinnurnar hava longu ognað sær bronsu-heiðursmerkini. Bygdirnar á vestara armi á Eysturoynni kunnu tí saktans vera væl nøgdar við hondbóltskappingarárið í ár.

Tá vit at enda royna at fáa borgarstjóran í sjóvar kommunu at tippa um úrslitið leygardagin, er Eivind Jacobsen eitt sindur í iva.

? Spælið hjá okkara monnum hevur verið nakað svingandi í ár, og tí er næstan ómøgulig at siga nakað um úrslitið. Spæla okkara menn optimalt, kann einki lið gera nakað við okkum, og heldur ikki royndu vestmenningarnir, og tað má verða mín vón, at vit hava ein góðan dag leygardagin, sigur Eivind Jacobsen at enda.

Mynd: Eivind
Eivind Jacobsen, borgarstjóri í Sjóvar kommunu, er á messu í Týsklandi leygardagin, og verður tí ikki í høllini í Vestmanna. Kortini fer hann at fylgja við á internetinum, hvussu leikur fer fram.