2. runda
Uppskotið til 2. útbjóðingarumfar á føroyska landgrunninum fór niðan í tingið í farnu viku. Og verður helst til viðgerar eftir páskir. Bjarni Djurholm, landsstýrismaður sigur, at tað minnir nógv um tað fyrsta uppskotið við undantaki av, at ein størri vídd verður boðin út nú enn tá, og tað verður eisini boðið út í ein útsynning úr Føroyum.
Nú bretar eru í ferð við at bjóða út av nýggjum, har teir linka treytirnar fyri at fasthalda áhugan fyri økinum spurdu vit landsstýrismannin, um tað er rætt av okkum at varðveita treytirnar frá fyrstu rundu til hesa næstu?
Hann staðfestir, at uppskotið í stóran mun hevur somu treytir sum tað gamla. ?Tað hevur verið tosað aftur og fram um, hvørt man skuldi linka treytirnar, men vitandi um tann áhuga, sum er, so hevur man hildið, at man kundi halda fast við tær upprunaligu treytirnar. Tí tað hevur ikki víst seg, at tær hava hildið feløgunum aftur at koma higar. Við undantaki av at upphæddin til at fáá útbjóðingartilfarið er lækkað nakað, so eru hinar treytirnar tær somu.
Bjarni Djurholm sigur annars, at tað at vit fara undir eitt nýtt útbjóðingarumfar eigur eisini í Føroyum at geva okkum eina ávísa vón um, at tað kanska fer at ganga betur hesaferð enn seinast. -Tað tykist fyri mær sum at tað er áhugi fyri tí føroyska landgrunninum og er tað soleiðis, at feløgni raka við nakað eystan fyri markið í summar, so verður tað veruliga spennandi í Føroyum. Latið okkum tí halda fast við tað vit hava bygt upp og vóna, at tað spyrst okkurt positivt burtur úr, tá tað verður greitt, hvør kemur at bjóða uppá føroyska landgrunnin um ársskiftið.
Landsstýrismaðurin fegnast annars um, at fólkini í Oljufyrisitingini síggja hetta sum eitt framhald av tí arbeiði, sum er gjørt higartil og halda fast við sína ekspertisu.
Bjarni Djurholm vónar, at fleiri av teimum stóru oljufeløgunum, fara at vera við í 2. útbjóðing. Okkurt er kanska meira ivasamt í løtuni, meðan onnur ætla sær at satsa uppá føroyaøkið, og tað er sera positivt.
Júst heimafturkomin av ferð í Norðurnorra, har m.a. stóra norska oljufelagið Statoil var vertur, kennir landsstýrismaðurin í oljumálum seg sannførdan um, at Statoil fer at vera eitt av teimum feløgunum, sum verður við í 2. útbjóðing við Føroyar, og tað fegnast hann um. ?Felagið arbeiðir í økjum, sum líkjast tí føroyska, so tá hugsað verður um at raðfesta umhvørvi og trygd, man felagið teljast millum tey frægu.










