Vónbrotnir av býráðnum

Eftir dystin ímóti donsku meistarunum klæddu leikararnir hjá HB seg í fínasta stás, tí teir skuldu til døgurða saman við donsku gestunum, hildu teir. Tað vísti seg tó, at Tórshavnar Býráð bert hevði bjóðað donsku leikarunum til døgurða, og tað vóru HB-leikararnir ógvuliga vónbrotnir av.

Meðan leikararnir á danska meistaraliðnum FC Keypmannahavn sótu til borðs og fingu sær ein betri bita á Hotel Føroyum, sum Tórshavnar Býráð bjóðaði, sótu leikararnir á føroyska meistaraliðnum HB á eini pitsamatstovu og ótu pitsa fyri egna rokning.

Munur á býráðum
Sum skilst høvdu leikararnir hjá HB gjørt seg klárar til at fara til døgurða á Hotel Føroyum saman við Toda Jónsson og liðfeløgum hansara aftaná dystin millum HB og FCK. Føroysku leikararnir klæddu seg í fínasta stás, men fingu knappliga at vita, at Tórshavnar Býráð bert hevði bjóðað donsku leikarunum til døgurða umframt tveimum umboðum fyri nevndina í HB og tveimum fyri Tórsvøll. Tískil noyddust HB-leikararnir at fara og fáa sær ein bita fyri egna rokning.
Leikararnir hjá havnarfelagnum vóru ógvuliga vónbrotnir av, at Tórshavnar Býráð sýndi teimum so lítla virðing, at teir ikki vóru bodnir við til døgurðan. Ein av spælarunum hjá HB sigur við Sosialin, at tað er munur á Tórshavnar Býráð og Klaksvíkar Býráð. Tá ið FCK vitjaði í Klaksvík mánadagin, bjóðaði býráðið har norðuri øllum FCK hópinum, KÍ-leikarunum við makum og øðrum til døgurða, meðan býráðið í Havn bert bjóðar vitjandi liðnum til døgurða, sigur hann.