B36 og EB/Streymur spældu í gjár fyrru hálvfinaluna í steypakappingini. B36 vann dystin 2-1, eftir at Arnbjørn Hansen hevði lagt EB/Streym á odda. Bárður Olsen og Hjalgrím Elttør vendu dystin fyri B36.
Við støðuni 1-0 til EB/Streym verður Sorin Angel feldur stutt uttanfyri brotssteigin við kós móti málinum. Sundalagsmenn vóru í øðini um at dómarin ikki revsaði brotsgerðina. Eftirfylgjandi frísparki sníkti seg skeivu megin stongina. Støðan kundi havt vent upp og niður uppá dystin.
- Hatta var eitt klárt reytt kort. Eg veit ikki hvørjum dómarin hugdi eftir, men tað er harmuligt at dómarin ikki sær tað. Sorin Angel var púra blankur og kundi skorað. Har var eisini ein onnur avgerð, ið kundi verið annarleiðis, men soleiðis er fótbóltur. Dómarin tekur eisini onkuntíð feil og eg siti við mínum brillum út á bonkinum og hyggi eftir dystinum, segði venjarin hjá EB/Streymi, Heðin Askam.
- Vit høvdu tamarhald á dystinum og teir høvdu ikki nakað at bjóða uppá. Vit lótu teirra aftastu ketu spæla runt við bóltinum og so royna at fanga teir har. Tað eydnaðist væl í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki koma vit at liggja ov langt uppi og tað blíva vit fangaðir uppá.
- Hetta er bara fyrri hálvleikur og vit hava skorað eitt mál á útivølli. Um vit vinna seinnu hálvfinaluna 1-0, so eru vit á góðari leið, men sjálvandi er uppgávan truplari nú, sigur Heðin, sum var venjari hjá B36 í 2008.
Seinna hálvfinalan verður 8. juni. EB/Streymur skal týsdagin spæla ímóti B68 í landskappingini.