Turkiski forsætisráðharrin, Recep Tayyip Erdogan, sum er á almennari rundferð í Suðuramerika, skuldi eftir ætlanini verið í Argenina í dag, men hann avlýsti ferðina hagar.
Ætlanin var, at turkiski forsætisráðharrin skuldi vera hjástaddur, tá ein standmynd av turkiska landsfaðirinum Mustafa Kemal Ataturk skuldi avdúkast í Buenos Aires í dag. Men tá býráðið í Buenos Aires gjørdi av at útseta avdúkingina, svaraði Erdogan aftur við av at avlýsa ferðina til Argentina.
Ístaðin fyri vitjar hann Kili í dag.
Ein talsmaður fyri turkiska forsætisráðharran sigur, at tað eru uttan iva armenar í Argentina, sum hava fingið býráðið í Buenos Aires at útseta avdúkingina.
Armenar vilja hava Turkaland at viðurkenna, at tað osmanniska hópmorðið á armenar í 1915 var fólkamorð, men tað vilja turkar ikki.