Vónbrotið var stórt

- Hatta má vera størsta vónbrotið, sum vit nakran tíð hava upplivað.
H71-málverjin, Levi Nybo, var sum vera man vónbrotin, eftir at H71 seinastu fýra minuttirnar í gjár misti hálvfinaluplássið í steypakappingini.
- Vit hava jú fullkomuliga tamarhald á dystinum. Í 56 minuttir eru vit væl og virðiliga omaná, og tó at Oros og Rápa halda lív í dystinum, so eigur eingin ivi at vera. Vit eru jú á odda 30-26, tá góðir fýra minuttir eru eftir, men so missa vit fullkomuliga høvdið. Fleiri bóltar á rað verða tveittir burtur, og tað verða vit revsaðir fyri.
Spurdur, hvussu spælararnir skulu reisa seg eftir, tykist Levi ivast.
- Hatta var jú tað, sum vit høvdu at spæla fyri. Sjálvandi minkar munurin í landskappingini, tá endaspælið byrjar, men í longdini fáa vit neyvan gjørt tær heilt stóru skreytirnar har. Men dysturin vísti so í øllum førum, at har eru fleiri veikleikar, sum vit mugu arbeiða við. Og í so máta er einki at ivast í, at steðgurin í landskappingini kemur sera væl við, sigur Levi.