Vónbrotið var ófatiliga stórt tá ið fyritíðarpensjónistar fingu sítt fyrsta útgjald seinast í november.
Tað staðfestur Sonja Jógvansdóttir, løgtingskvinna. Tað hon sipar til, er, at í fjør samtykti Løgtingið, at í ár skulu fyritíðarpensjónistar fáa 1000 krónur meiri at liva fyri um mánaðin. Men tá ið pensjónin varð goldin, var lítið og einki at síggja til hesar pengarnar. Onkur hevur fingið lítið og einki afturat, onkur nakrar fáar hundrað krónur, og onkur hevur fingið 1000 krónur meiri. Men niðurstøðan er, at tey flestu hava bara fingið ein brotpart av tí, Samgongan lovaði teimum fyri jól.
Sonja Jógvansdóttir sigur, at tað lá í kortunum, at tað var longu frá fyrsta januar, at fyritíðarpensjónin skuldi hækkað. Og í Løgtinginum nú ein dagin vildi hon hava Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu í almannamálum, at greiða frá, hví tað ikki gekk sum ætlað, tí hon helt, at hetta var illa arbeitt.
Landsstýriskvinnan skilur væl, at fyritíðarpensjónistar eru vónbrotnir, og hon harmast um, at tað ikki gekk sum ætlað. Men hon vissar eisini um, at alt fer at laga seg sum frálíður.
Og hon sigur, at orsøkin til, at allir fyritíðarpensjónistar ikki hava fingið tað, tey hava lovað teimum, er av skattatekniskum orsøkum.
Men sum frálíður fer tað at javna seg og tá ið tað líður út á árið, fara fleiri og fleiri fyritíðarpenjónistar at fáa meiri at liva fyri. Og tá ið árið er liðugt, ella í seinasta lagið fyrst í næsta ári, tá ið 2018 verður endaliga gjørt upp, hava allir fyritíðarpensjónistar fingið 1000 krónur meiri at liva fyri um mánaðin í ár.
Sostatt fara fyritíðarpensjónistar at fáa tað, tey hava lovað teimum – tað fer bara at ganga eitt sindur seinni enn ætlanin var.