Vónbrotið kennist svárt

Hóast føroyingar áttu fleiri møguleikar og fleiri ferðir raktu stólpan, so eydnaðist tað ikki at vinna ímóti Lettlandi

Tað endaði málleyst, tá ið Føroyar og Lettlandi í góðveðrinum í kvøld spældu HM undankappingardyst í Gundadali.

Áskoðararnir vóru eldhugaðir og stuðlaðu og stimbraðu støðugt føroyska liðið.

Tølini siga, at Føroyar vóru omaná. 62 prosent av tíðini var bólturin á føroyskum fótum. Tað plagar ikki so ofta at vera soleiðis.

 

Liðavrikið var gott. Í longum løtum var føroyska avrikið eyðkent av fínum hugflogi. Samanspælið fleyt væl, og Føroyar spældu seg til møguleikarnar, sum áttu at borið sigurin og trý stig við sær.

Jóan Símun Edmundsson var sera væl upplagdur, og hann átti besta møguleikan miðskeiðis í seinna hálvleiki. Eftir framlegging frá Jónasi Tór Næs varð Jóan Símun Edmundsson púra leysur mitt fyri. Hann rakti ikki heilt væl, og bólturin brast í stólpan, áðrenn hann fór út til málspark.

 

Sammett við so mangan so var talan um uppgerð, har føroyska liðið hevði bóltin størsta partin av tíðini, meðan mótstøðuliðið dúvaði upp á møguleikan í snarálopi.

 

Fram ímóti dystarenda vóru René S. Joensen, Kaj Leo í Bartalsstovu og Patrik Johannesen skiftir inn fyri at økja um hugflogið, men tað segði tað sama.

Eftir framúr hugflogsríkt og skjótt samanspæl í høgru varð lagt innfyri til Gilla Rólantsson Sørensen, sum var í góðari støðu mitt fyri málinum, tá ið hann smekkaði til, men bólturin streyk skeivu megin stólparótina.

Úrslitið var málleysur javnleikur.

Nú fyrireika føroysku spælararnir seg at flúgva niður til Ungarn, har punktum týskvøldið verður sett fyri hesa HM undankappingina.