Premier League
Oddabrakið, sum øll hava bíðað eftir í longri tíð, bleiv ongantíð tann stóra fótbóltsupplivingin. Chelsea og Arsenal møttust mikukvøldið á Stamford Brigde, og tað endaði við málleysum javnleiki. Arsene Wenger hevði lagt sínum leikarum eina við, at teir ikki skuldu gevast uttan ein ordiligan bardaga, men tað eydnaðist ikki at basa oddaliðnum Chelsea.
Hagtølini góvu annars ikki Chelsea góðar vónir undan dystinum. Liðið hevur nevniliga ikki vunnið á Arsenal í landskappingini síðan 1995, tá Mark Hughes skoraði sigursmálið, og John Terry var bóltadrongur við síðulinjuna.
Arsenal hevði hvørki toppskjúttan í deildini, Thierry Henry, ella verjuleikaran Sol Campbell tøkar vegna skaða.
Dysturin var lívligur, og bæði liðini høvdu góðar málmøguleikar. Robert Pires rakti tvørtræið eftir bert trimum minuttum, og sami Pires bjargaði eisini á málstrikuni frá Gudjohnsen í fyrra hálvleiki. Chelsea hevur nú hildið málið reint í 23 landskappingardystum í ár, og tað er ájavnt við gamla metið, sum júst Arsenal eigur.
Mourinho segði í vikuni, at hann fegin vil avgera meistaraheitið sum skjótast, so at liðið kann konsentrera seg 100 % um hálvfinaluna í Champions League ímóti Liverpool, men teir bláu úr London mugu í øllum førum bíða tvey umfør enn.
Javnleikurin hevur við sær, at Chelsea ikki kann tryggja sær meistaraheitið komandi vikuskiftið, tá teir møta Fulham. Men við fimm dystum eftir og ellivu stigum á muni, er tað bert ein spurningur um tíð.
United misti høvdið
Manchester United hevur tryggjað sær sæti í FA-Cup finaluni, men liðið má møguliga taka til takkar við einum triðja plássi í landskappingini.
United stillaði upp við sterkastu manning, sum var tøk, á útivølli ímóti Everton, ið harðliga hevur brúk fyri stigum fyri at røkka Champions League.
Everton megnaði at vinna 1-0 og liggur tí væl fyri at vinna sær sæti í meistarakappingini komandi ár. Tað var gamli málrevurin Duncan Ferguson, ið skoraði einasta málið í dystinum tíggju minuttir inn í seinna hálvleik.
Eftir hetta royndi Manchester United at leggja trýst á heimaliðið, men tá Gary Neville fekk reytt kort miðskeiðis í seinna hálvleiki fyri at sparka bóltin eftir áskoðarunum hjá Everton, var torført hjá teimum at fáa útjavnandi málið.
Í seinasta minutti fekk eisini Paul Scholes reytt kort fyri at gera seg inn á Tim Cahill, og so endaði United við bert níggju monnum. Ósigurin hevur við sær, at United nú er fýra stig aftanfyri Arsenal á øðrum plássi.
Liverpool kærkomnan sigur
Liverpool var á útivølli ímóti Portsmouth, og ein sigur var eitt ófrávíkiligt krav, um teir skulu gera sær vónir um Champions League komandi ár.
Venjarin hevði heldur óvæntað sett Steven Gerrard, ið brendi brotsspark ímóti Tottenham leygardagin, á bonkin, men tað vísti seg at vera ein skilagóð avgerð, tí Liverpool vann dystin.
Fernando Morientes legði Liverpool framum eftir bert fýra minuttum, tá hann skoraði í aðru atløgu eftir innlegg frá Riise. Hálvan tíma seinni javnaði Diomansy Kamara.
Liverpool hevur klárað seg sera illa á útivølli í ár, men hesuferð gekst betur í hond. Luiz Garcia skoraði sigursmálið beint fyri steðgin. Liverpool fór tí framum Bolton uppá fimta pláss, tó framvegis trý stig aftanfyri Everton, ið eisini hevur ein dyst til góðar.
Bolton leikti týskvøldið 1-1 á heimavølli ímóti botnliðnum Southampton. Stelios Giannakopoulos legði Bolton framum men Kevin Phillips javnaði í seinna hálvleiki. Bolton megnaði tí ikki at elta Everton á fjórða plássi.
Norwich gjørdi ein vørr
Fyri hálvari aðru viku síðani vann Norwich á heimavølli ímóti Manchester United. Mikukvøldið var Newcastle á skránni, og botnliðið endurtók bragdið. Hesuferð við einum 2-1 sigri.
Youssef Safri hevði lagt heimaliðið á odda miðskeiðis í seinna hálvleiki við einum langskot, men Patrick Kluivert javnaði, tá teir níti minuttirnir vóru farnir.
Norwich, ið hevur liðið aftast seinastu mánaðirnar, gavst tó ikki so, og dýrasti spælari felagsins, Dean Ashton, fekk sigursmálið í allar seinasta álopinum. Norwich er nú bert tvey stig frá niðurflyting, og tað sær út til at blíva ein beinharður dystur um plássini í bestu deildini.
Eitt annað botnlið megnaði at fáa eitt stig við sær aftur av White Hart Lane, har Tottenham tók ímóti West Bromwich Albion. Gestirnir komu tó framum í fyrra hálvleiki við máli frá Zoltan Gera. Robbie Keane hevur innstillað kanónina aftur, og hann fekk útjavnandi málið í seinna hálvleiki.
Blackburn sigraði á Crystal Palace. Norðmaðurin Morten Gamst Pedersen fekk einasta málið í dystinum, og Blackburn hevur við hesum sigrinum so at siga tryggjað sær sæti í bestu deildini.
Aðrir meira týdningsleysir dystir hetta umfarið vóru millum Aston Villa og Charlton, ið leiktu málleysan javnleik, og Manchester City og Birmingham, har City vann 3-0. Middlesbrough og Fulham spældu javnleik 1-1 týskvøldið.