- Eg veit ikki hvat eg vænti, men eg havi vón um semju. Eg havi tey 6,5% í lønarhækking at halda meg til og vónandi ber til at byrja at arbeiða við at loysa trupulleikarnar út frá hesum, segði Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri, beint undan
fundinum við Føroya Lærarafelag.
Ikki verið lætt
- Eg kann bert fylgja mínum heimildum. Eingin skal halda, at hetta hevur verið eitt lætt vár ella summar. Tað hevur tað heldur ikki verið hjá t.d. Starvsmannafelagnum, sum mátti leggja landið lami. Men vit samdust um hasi 6,5 %. Vit kunnu ikki geva øðrum meira nú, sigur Karsten Hansen.
Hann vísir á, at hevur ein ikki fingið við enn, at hetta er karmurin hjá fíggjarmálaráðharranum, so hevur ein lurtað ov illa eftir.
Um tað, at lærarar hava fingið størri ábyrgd sigur Karsten Hansen, at tað hava onnur eisini, t.d. starvsfólkið á Toll og Skatt, men tey hava ikki fingið meira í lønarposan.
Spurdur hvussu tað ber til, at Fíggjarmálastýrið nú aftur setir seg á fund við Lærarafelagið, eftir at bólturin hevur ligið ein mánað hjá Undirvísingar- og Mentamálastýrinum, sigur Karsten Hansen, at tað eisini er spurningur um lønir.
Karsten Hansen váttar, at tvær síður eru av málinum. Tað snýr seg um lógina og har hevur Undirvísingarmálastýrið arbeitt við eini loysn, sum liggur í tinginum. Hin síðan snýr seg um lønir.
Karsten hansen hevur víst á lógarbroytingar, meðan Signar á Brúnni ikki gongur við til hetta. Karsten Hansen vísir tó aftur, at talan er um ósemju ella samgongutrupulleikar.
- Víst hevur verið á, at lógin kostar um 80 milliónir. Tað er hetta, ið skal innheintast nú. Eg meti, at hevur Løgtingið samtykt eina lóg, sum tað helt kostaði eini 8 milliónir og hon so kostar 10 ferðir meira, so eigur ein at taka hetta upp og spyrja, um vit eru á leiðini, ið vit ætlaðu, sigur Karsten Hansen.
Hann heldur annars, at hetta, at hesar 80 milliónirnar nú skulu innheintast ikki er hansara borð
- Men eg havi lønirnar at taka mær av, sigur Karsten Hansen.
Krøvini
Í oddagreinini í Skúlablaðnum vísir forkvinnan á, at Lærarafelagið veit av, at arbeiðssteðgur rakar foreldur og næmingar. Hon ger vart við, at hesi eru ósek, men at arbeiðssteðgurin eisini er fyri teirra skuld.
Elsa Birgitta Petersen vísir á, at nýggj lóg er samtykt. Tað er gott, tí hon samsvarar við lógirnar í grannalondum okkara, men lógin kostar pening. Hon heldur tað er órímuligt, at limir Føroya Lærarafelags gjalda kostnaðin við at taka meira arbeiði upp á seg, uttan at fáa meira tíð til uppgávurnar.
Í greini verður víst á krøvini. Verkfallið snýr seg millum annað um: - at lærarar fáa tíð til at ráðleggja undirvísing saman, - at fáa leiðslunum betri arbeiðsumstøður við at geva teimum meira tíð til leiðslu og minni tíð til undirvísing, - at tryggja limum felagsins, í teimum nýggju serskipanunum í fólkaskúlanum, skipaði viðurskiftir, - at fáa meira tíð til flokslæraraarbeiði í øllum flokkum, - at fáa samsýning fyri røkt av søvnum og at tryggja fólkaskúlalærarum rætt til trygga eftirútbúgving.
Forkvinnan vísir á, at felagið kennir seg noytt at taka stig til verkfall, men at myndugleikarnir hava ábyrgdina.