Klokkan 13.30 í morgin verður FA Cup dystur á Old Trafford leikvøllinum í Manchester millum tey bæði mest vinnandi feløgini í Onglandi, Manchester United og Liverpool.
Høvuðsvenjarin hjá Manchester United, Sir Alex Ferguson vónar, at málverjin, Edwin van der Sar, og framherjin, Wayne Rooney báðir verða tøkir til tann stóra klassikaran í morgin.
Í fjør tapti Manchester United til Leeds United í 3. umfari í FA Cup kappingini, m.a. tí Alex Ferguson hvíldi fleiri av stuðulsspælarunum hjá Manchester United. Tað mistakið ætlar Alex Ferguson ikki at endurtaka.
Eg valdi mær eitt skeivt lið at byrja inni ímóti Leeds, og eg vóni ikki, at eg velja skeivt á hesum sinni. Eg vóni inniliga, at Wayne Rooney og Edwin van der Sar verða tøkir, segði Alex Ferguson á tíðindafundi ígjár.










