Vit taka fult undir við at føroysku fólkatingssessirnir verða avtiknir. Tað gjørdi Ingolf S. Olsen, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi, nú Løgtingið viðger eitt uppskot frá Pálli á Reynatúgvu, sum eisini er løgtingsmaður fyri Tjóðveldi, um at avtaka føroysku fólkatingssessirnar.
Ingolfi S. Olsen sigur, at Tjóðveldi tekur undir við uppskotinum. Hann vísti á, at føroysku fólkatingssessirnir eru ímyndin av, at vald yvir Føroyum liggur í Danmark og í einum øðrum tingi enn tí føroyska. Og tí er endamálið at taka loysing frá Danmark, og at avtaka fólkatingsessirnar upp á tann mátan.
Tí vónar hann, at tá ið vit nú fara aftur á fólkatingsval, verður tað fyri seinastu ferð, at at næsta fólkatingsskeið verður eitt farvæl skeið.
Hann vísir hann á, at føroysku fólkatingsessirnir hava ongantíð verið eitt eiti, tí flokkurin hevur brúkt teir miðvíst til at fremja okkara sak. Og nú eru vit komin so langt, at vit eru til reiðar at taka síðsta stigið, og at at taka loysingina, sigur Ingolf S. Olsen.
Annars sigur hann, at Tjóðveldi hevur roynt at avtaka fólkatingssessirnar upp á tann máta, at roynt var at fáa allar flokkar at semjast um at lata vera við at stilla upp. Men tað hevur ongantíð vunnið fram, legði hann afturat.