Longu í kvøld setti vinnunevndin seg at arbeiða víðari við fiskivinnunýskipanaruppskotinum, sum samgongan hevur borið í tingið.
Løgmaður segði við Kringvarpið klokkan 18, at broytingar máttu gerast í uppskotinum og at hann nú bíðaði eftir, at vinnunevndin fór til verka og síðani kunnaði seg og hinar floksformennirnar, um hvussu endaliga álitið hjá nevndini fór at síggja út.
Kristin Michelsen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, sigur við in.fo, at vinnunevdin longu er farin til verka. Floksfelagi hansara, Bjarni Hammer, situr í vinnunevndini og Kristin Michelsen sigur, at av tí at Smyril ikki fer suður aftur í kvøld fyrr enn klokkan 10, hevur vinnunevndin sett seg at arbeiða við uppskotinum í kvøld.
- Avtalan er, at tey skulu arbeiða við tí í nakrar dagar og síðani venda aftur. Trupulleikin hevur verið, at vit hava verið samdur í nógvum, men ikki øllum. So vónandi verða flytingar í uppskotinum, sigur hann í suttari viðmerking.