Vónandi lidnir í komandu viku

Fíggjarnevndin er enn ikki komin til sjálva viðgerðina av teimum einstøku játtanunum í játtanarlógini, sum m.a. skal útvega Strandferðsluni meiri pening.

Tað verður í hvussu so er ikki fyrrenn í næstu viku, at fíggjarnevndin verður liðug at viðgera uppskotið til eykajáttanarlóg, sum varð løgd fyri tingið fyrst í mars mánaði.

Ein partur av hesum uppskotinum er at játta Strandferðsluni meiri pening, so at hon m.a. kann útvega eitt hóskandi skip til Suðuroyarsiglingina ímeðan Smyril er í dokk.

Fíggjarnevndin hevur havt málið til viðgerðar á fleiri fundum og Bjarni Djurholm formaður í nevndini, sigur, at viðgerðin gongur sína gongd.

Men hann sigur, at hóast fíggjarnevndin arbeiðir hampiliga skjótt, kann tað ikki væntast, at hon verður liðug fyrrenn í næstu viku.

Hann sigur, at higartil hevur nevndin havt ymisk fólk á fundi at hoyra teirra sjónarmið, eitt nú landsstýrisfólk.

So enn er nevndin ikki farin undir sjálva viðgerðina av teimum einstøku greinunum.

Hann vónar, at tað verður liðugt mikudagin í komandu viku, um onki óvæntað stingur seg upp.

Hann sigur, at enn eru ongar ábendingar um, at tað fer at vera nøkur serlig ósemja um niðurstøðuna hjá fíggjarnevndini og at hetta verður nakað trupult puslispæl at fáa at ganga upp. Men hann sigur eisini, at tað er heldur onki, sum bendir á, at útreiðslunar fara at verða hækkaður meiri enn tað, sum stendur í uppskotinum.