Vónandi fær Poul Michelsen ikki kaldar føtur

Føroyingar mugu setast í miðdepilin

Vónandi fer Landsstýrið ikki at verja Atlantsflog, og vónandi dugur Poul Michelsen at síggja, hvussu gott tað er við fríari kapping.

 

Tað vónar Edmund Joensen, tingmaður fyri Sambandsflokkin

 

Hann fegnast um, at bæði SAS og Loganair hava søkt um loyvi til at flúgva upp á Føroyar og nú vil hann hava Poul Michelsen, landsstýrismann í vinnumálum, at greiða alment frá, um ætlanin er at játta umsóknunum.

 

–  Føroyski brúkarin má aftur setast í miðdepilin, og monopolstøðan má halda uppat, so at marknaðurin aftur kann áseta rættan prís á flogferðum, heldur Edmund Joensen.

 

 

Hann vísir á, at flestu føroyingar munnu ynskja sær kapping á loftferðsluøkinum og tí fegnast føroyingar um, at SAS og Loganair hava søkt landsstýrið um loyvi til at flúgva upp á Føroyar.

 

- Hetta er positivt, tí í mong ár hava føroyingar knógvað undir einum almennum loftferðslumonopoli við alt ov høgum ferðaseðlaprísum, sigur hann.

 

Men hann sigur, at í fjølmiðlum frættist tó, at landsstýrismaðurin í vinnumálum skal hava fingið kaldar føtur, og at hann skal aftra seg við at lata norðurlendska felagnum, SAS, loyvi til at flúgva millum Vágar og Keypmannahavn.

 

Men hann vónar ikki, at landsstýrið fer at verja Atlantsflog.

 – Fá ivast í, at Atlantsflog er ment at kappast, og sum aðrar fyritøkur má eisini Atlantsflog laga seg til nýggjar tíðir og broyttar umstøður, heldur Edmund Joensen.