Ingeborg Vinther vónar, at tað hesuferð fer at eydnast at geva tímaløntum somu rættindi, nógvir aðrir samfelagsbólkar hava til at vera heima hjá sjúkum børnum. Hon sipar til uppskotinini, sum koma til viðgerðar í Løgtinginum næsta týsdag um at geva tímaløntum rætt at vera heima barnsins fyrsta sjúkradag við løn.
Sum vit hava fortalt á Portalinum fyrr í dag, hava Miðflokkurin og Hans Pauli Strøm lagt hvør sítt uppskot fyri Løgtingið um tað sama.
- Tað gleddi meg, at síggja, at hetta málið er tikið fram aftur, sigur Ingeborg Vinther.
Vinnuhúsið mælir frá, tí hetta er eitt mál, sum skal loysast við samráðingarborðið.
Men forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag er ikki samd.
Hon sigur, at hetta er nakað, arbeiðarafeløgini hava roynt í fleiri ár, men til fánýtis, tí arbeiðsgevararnir hava noktað ?uttan at arbeiðarafeløgini betala tað sjálvi við at kuta av lønarkarminum.
Samstundis hava landsins myndugleikar onki gjørt við málið.
- Tað kann ikki vera rætt, at tað skal vera so stórur munur á teimum rættindum, ymsir samfelagsbólkar hava til at vera heima barnsins fyrsta sjúkradag við løn.
- Alment lønt hava rætt at vera heima við løn barnsins fyrsta sjúkradag, men hjá tímaløntum kostar tað eina dagløn, so tað hevur stóran týdning at fáa tað sett í verk, sigur Ingeborg Vinther.
- Tí vónar hon at tað nú eydnast at fáa tað gjørt við lóg, tí tað hevði verið eitt stórt framstig fyri tímalønt.