Jan Müller
Í dag letur 1. útbjóðing til oljuleiting á føroyska landgrunninum alment upp. Oljufeløg, sum eru áhugað í at leita eftir olju og gassi við Føroyar, fáa í dag tilfarið til 1. útbjóðing frá Oljumálastýrinum. Í tilfarinum verður m.a. greitt frá økinum, sum nú verður boðið út til oljufeløgini at leita í. Her eru so eisini við tær treytir, sum lóggávan setir fyri at kunna leita eftir og framleiða olju úr føroysku undirgrundini.
Freistin til at lata umsóknir inn er 3 mánaðir.
Sum skilst eru tað eini 10-20 oljufeløg, sum møguliga fara at leggja boð inn.
Nógvir arbeiðstímar
Aftanfyri hetta 1. útbjóðingarumfarið liggja nógvir arbeiðstímar hjá mongum føroyingum. Her ikki minst í Oljumálastýrinum og Fíggjarmálastýrinum fyri ikki at tosa um í teimum ráðleggingarnevndum og arbeiðsbólkum, sum hava arbeitt við oljumálinum nú skjótt í 10 ár. Men eisini í tinginum og í landsstýrinum kunnu menn og kvinnur staðfesta, at tað stóra fyrireikingararbeiðið hevur ikki verið til fánýtis. Og løgmaður, sum umsitur uttanlandamálini og sum eitt nú hevur staðið á odda fyri at fáa markið ásett við Bretland, man helst eisini kenna hesa løtuna sum ein lætta og henda dag sum eitt avgerandi vegamót.
Týðandi leikur
Eyðun Elttør, landsstýrismaður í oljumálum sigur, at fyrsta útbjóðingarumfarið er ein týðandi leikur í langa talvinum um møgulig ráevni í føroysku undir-grundini.
Hóast tað hevur tikið sína tíð, so heldur hann kortini ikki, at tíð og kreftir hava verið burturspiltar. Hann vísir á, at tað longu í tríatiárunum var orðaskifti á løgtingi um undirgrundarmálið. Stutt eftir at heimastýrislógin varð samtykt, settu føroyskir myndugleikar fram ynski um at taka yvir ráevnini - og eftir drúgvar og oftani harðar samráðingar eydnaðist tað umsíður í 1992 at fáa eina avtalu við danir um yvirtøku av undirgrundini men góð sjey ár skuldu ganga, áðrenn klárt var at fara undir okkara fyrsta útbjóðingarumfar.
Orsøkin til hetta var fyrst og fremst tann, at viðurskiftini viðvíkjandi landgrunsmarkinum millum Føroyar og Bretland ikki gjørdust greið fyrr enn við sáttmálanum, ið varð undirskrivaður 18. mai í fjør.
Eyðun Elttør heldur kortini, at tíðarskeiðið frá yvirtøkuni og til í fjør hevur ikki verið til fánýtis, tí hesi árini góvu neyðuga skotbráið, ið føroyskum myndugleikum tørvaði at leggja til rættis eina komandi oljuvinnu.
-Nógv fyrireikingararbeiði er gjørt hesi árini, og kann eg serliga nevna frágreiðingarnar hjá oljuráðleggingarnevndini, løgtingslógina um kolvetnisvirksemi og ymisku forkanningarnar, sum síðani 1994 hava økt munandi um vitanina um føroysku undirgrundina.
Lógarkarmarnir eru nú sum heild fingnir uppá pláss. Men karmarnir skulu fyllast út, og verður arbeitt við kunngerðum um verju av umhvørvinum, trygdarviðurskifti v.m. Miðað verður eftir at fáa hesar kunngerðir settar í gildi sum skjótast, soleiðis at komandi loyvishavarar hava møguleika fyri at fremja leitingarætlanir á føroyska landgrunninum í 2001.
Eyðun Elttør sigur, at tað nú vónandi verður staðfest, at føroyski landgrunnurin goymir oljuleiðir, ið tað loysir seg fíggjarliga at framleiða, og sum kunna verða við til at tryggja framtíðar ættarliðum í Føroyum góð livikor.
Og hann sigur víðari, at umsøkjarar eiga at leggja sær í geyma, at Føroyar ætla sær meira enn bert at vera vertsland hjá altjóða oljuídnaðinum.
-Føroyskir myndugleikar og føroyska vinnulívið leggja dent á, at føroyingar og føroyskar fyritøkur fáa møguleika at taka lut í komandi oljuvirkseminum. Luttøka kann økja um førleikan í føroysku vinnuni, og sum frálíður skapa eitt sterkari og meira fjølbroytt føroyskt vinnulív. Føroyskir myndugleikar leggja somuleiðis dent á, at virksemið á landi ikki verður miðsavnað, men kemur øllum Føroyum til góðar sigur landsstýrismaðurin á hesum týðandi vegamótinum, tá útbjóðingin verður almenn - og hann bjóðar hesi nýggju vinnuni vælkomnari at virka á føroyska landgrunninum og í Føroyum sum heild.
-Gera allir partar sítt til at leggja vinnuna til rættis við virðing fyri náttúruni, umhvørvinum, føroysku mentanini og ikki minst fyri fiskivinnuni, kann oljuvinnan mennast á ein hátt, sum verður henni og øllum samfelagnum at gagni.