Tað staðfestir Petur Elias Petearsen, ÍSF forseti, nú Kringvarpið hevur gjørt av at niðurlagað ítróttarsendingarnar í kjalarvørrinum á sparingunum, sum skulu gerast fyri at fáa játtanina at halda.
- Hetta er ómetaliga óheppið fyri ítróttin, sum heild. Men tað er ikki minni óheppið fyri øll tey, sum íðka ítrótt, tí avleiðingin er, at ítrótturin verður minni sjónligur og minni umrøddur ímillum manna.
Hann heldur, at 3-2 varð blivin mestsum fólkaogn og tí vónar hon, at hon kemur aftur í onkrum líki.
Í ÍSF hava tey ikki umrøtt støðuna, men tað fara tey at gera á næsta fundi.
Kringvarpið hevur goldið fyri at sleppa at senda Ítrótt, men í ár eru Kringvarpið sloppið at senda ítrótt fyri einki.
- Vit vildu heldur hava sendingar fyri teir pengarnar, men tað helt so tíverri ikki, sigur Petur Elias Petersen.
Kortini leggur hann afturat, at ÍSF hevur eina avtalu við Kringvarpið um at senda frá øllum finalunum í judo, badminton, svimjing, borðtennis, hondbólti og fótbólti o.s.fr.
- Tað avtaluni vænta vit, at Kringvarpið heldur, sigur Petur Elias Petersen.
Hann væntar eisini, at Kringvrpið sendir eitt sterkt lið til Oyggjaleikirnar í summar, tí er tað nakað, sum savnar tjóðina, er tað oyggjaleikir.
Annars hevur ÍSF forsetin onga meining yvirhøvur um, hvussu kringvarpsgjaldið skal skipast og um tað skal umvegis skattin ella ikki.