Málfløkja
Eyðun á Borg
Hvat er ein føsil? Móðurmálsorðabókin sigur: FØSIL er ein fløkja, okkurt samanfløkt (lína, snøri, tógv, hár o.s.fr.).
Vit eru tíbetur næstan sloppin av við føsilsdag ella følsdag. Føðingardagur man vera tað vanliga nú, so á summum økjum gongur framá!
Orðið føðing verður kanska ikki brúkt so ofta.Vanligt er enn at hoyra bæði mammur, starvsfólk og onnur tosa um føslar, tá talan er um at eiga (barn). Spell!
Ein føðing er ein sera stór, vøkur, lívsjáttandi og hugtakandi hending, eisini hjá áskoðaranum! Latið okkum øll nú royna at siga føðing og ikki føsil (fløkja)!
Góða føðing, allar barnakonur!
Við vón um nógvar føsilsleysar føðingar!
Við føðingarkvøðu