- Flestu partrolarapør eru til fiskiskap, men fiskiskapurin er vánaligur. Vit vænta, at nøkur pør koma inn at landa miðskeiðis í næstu viku.
Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.
- Fýra djúpvatnstrolarar fiska svartkalva og koma helst allir inn at landa í næstu viku. Tveir koma mánadagin og tveir seinni í vikuni.
Djúpvatnstrolararnir hava eisini smáligan fiskiskap.
- Tríggir trolbátar eru nýliga byrjaðir túr, og tí er ivasamt, um nakar teirra kemur inn at landa í vikuni sum kemur. Hinir allir liggja við bryggju.
Tvey garnaskip fiska svartkalva, og helst kemur annað skipið inn at landa síðst í næstu viku. Hitt skipið landar neyvan fyrr enn aftur í aðru viku.
- Fiskiskapurin hjá garnaskipunum er brúkiligur, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.