Fýra ísfiskalínuskip fiska undir Føroyum í løtuni, og trý av hesum koma inn at landa fyrst í vikuni, sum kemur. Hitt fjórða kemur seinni í vikuni.
- Línuskipini undir Føroyum fáa mest av toski, longu og hýsu, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.
Trý føroysk línuskip eru í Eysturgrønlandi, og tvey onnur eru ávegis. - Men, fiskiskapurin hjá skipunum har yviri er vánaligur.
Lagt verður aftrat, at eitt ísfiskalínuskip fiskar í íslendskum sjógvi. Hetta skipið landar í Føroyum mánadagin.
- Streymurin harðnar út á næstu viku, men veðurútlitini eru góð. Tí vænta vit, at nakað verður av útróðri, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.










