Vikuskiftið hevur hilnast at teimum vánaligastu hjá AaB í hesum kappingarárinum.
Í dag hevur oddaliðið í superliguni, AaB, tapt 2-0 á útivølli í Herning ímóti FCM. Tað var málleyst inntil í 53. minutti, og í yvirtíðini staðfesti FCM 2-0 heimasigurin.
Jón Rói Jacobsen var ikki í AaB hópinum í Herning. Føroyski landsliðsspælarin var í gjár á næstbesta AaB liðnum, sum á heimavølli hevði vitjan av einum av botnliðunum í 2. deild vestur, Varde.
Gestirnir fóru úr Aalborg við 3-1 sigri.