Vánaligt veður í Íslandi

Tað hevur viðrað heldur vánaliga hjá snellubátunum undir Íslandi seinastu tíðina. Onkur er tó liðugur við kvotuna og er komin heim

Føroysku snellubátarnir undir Íslandi hava ligið inni fleiri dagar í seinastu viku. Teir flestu í Vestmannaoyggjunum. Í gjár vóru teir á veg útaftur.

Veðrið hevur verið so vánaligt í summar, at íslendingar siga seg ikki vita slíkt í áravís. Men tá roynandi hevur verið, hevur fiskiskapurin verið heilt hampiligur.

Seinnapartin í gjár høvdu vit samband við Báruna, sum var á veg aftur á fiskileið.

Nú siga veðurmenninir frá betri veðri alla vikuna, frætta vit har yviri frá.

Báran hevði bert fiskað í tríggjar dagar, áðrenn teir noyddust inn fyri veður. Teir høvdu avreitt eini 25.000 pund í Oyggjunum.

Upsaprísurin har yviri liggur um góðar seks krónur. Toskaprísurin er á leið tann sami, sum hann er í Føroyum, siga teir.

Men kongafiskaprísurin er lægri í Íslandi, enn hann er í Føroyum.

Tí hevði onkur bátur, sum hevði fingið væl av kongafiski, valt at fara heim at landa.

Annars eru bara einir fimm snellubátar har yviri í løtuni.

Norðsøki, sum hevur verið har yviri síðan seinast í mai mánaða, kom aftur sunnudagin.

Teir høvdi umleið 20.000 pund inni. Teir rýmdu eisini undan veðri.

Nú teir komu heim aftur, høvdu teir umframt sína egnu kvotu, eisini fiska aðra kvotu, teir høvdu keypt.

Tað hendi ein syndarlig vanlukka í Vestmannaoyggjunum um vikuskiftið.

Ein av manningini á einum av snellubátunum, sum lá inni og krokaði, druknaði í havnini.