- Nei, tað verður einki serligt veður til nakað grækarismessuhald sunnudagin, staðfestir royndi veðurmaðurin.
Við veðurkortinum í hond kann hann bert staðfesta, at sunnudagin verður bæði vindur, avfall og kalt í veðrinum.
Veðurforsøgnirnar benda nevniliga á, at tað verður ein vindferð millum 19 og 24 metrar um sekundið allan dagin, og haraftrat verður avfall, kanska sum kavaælingur.
- Møguliga verður kavi norðanfyri, sigur Petur.
Vindur
Skal ein annars tosa um hampiligt veður um vikuskiftið, er fyrrapartur leygardagin besta boðið.
Tá verður veðrið av tí frægasta, men út á seinnapartin veksur hann vindin rættiliga nógv, upp í skrið ella storm av útsynningi.
Hetta veðrið heldur sær í samfullar 24 tímar, tí ikki fyrrenn komið er út á seinnapartin mánadagin fer vindurin at minka nakað.
Eru vit heppin, er ikki óhugsandi at sólin fer at daga undan henda dagin. Talan verður kortini um kalt veður, millum 3 og 6 stig og møguleiki fyri kavaælingi.
Týsdagin minkar hann vindin nakað. Tað verður turt, men mikudagin verður aftur ælingur.