Vánaligt signalvirði

Landsstýriskvinnan í vinnumálum varð ikki kunnað um ætlanina hjá nevndini at keypa egin partabrøv fyrr enn handilin varð endaliga framdur í verki. Bjørt Samuelsen hevur nú biðið umsitingina lýsa málið út í æsir. Men sjálv harmast hon um vánaliga siglalvirði, sum partabrævasølan kann fáa fyri felagið.

Hóast landsstýriskvinnan í vinnumálum er størsti, einstaki partaeigari í Atlantsflog og umboðar tveir triðingar av partabrøvunum í felagnum, so veit hon ikki alt.

Bjørt Samuelsen fekk onga kunning um, at nevndin í Atlantsflog arbeiddi við eini ætlan um at keypa helvtina av partabrøvunum frá ovastu leiðsluni í fyritøkuni, og tí heldur ikki at talan var um at keypa fyri ein yvirkurs á 10 prosent.

- Nei, eg visti onki. Hvørki Vinnumálaráðið ella eg sjálv fingu nakra kunning, áðrenn handilin varð endaliga avgreiddur. Eg fekk hetta at vita, eftir at handilin var farin fram, tað var mikukvøldi í síðstu viku, sigur Bjørt Samuelsen.

Harvið visti størsti, einstaki eigarin einki um hesa ætlan, fyrr enn alt varð avgreitt.


Kannar málið

Bjørt Samuelsen hevur lítlan hug at gera ítøkiligar viðmerkingar til málið, áðrenn hon kennir tað út í æsir. Hon hevur í staðin biðið sína umsiting um at útvega allar upplýsingar í málinum og lýsa málið til fulnar.

- Umboðandi størsta meirilutaeigaran í felagnum vil eg fegin fáa lýst málið, áðrenn eg úttali meg.

Bjørt Samuelsen roknar við, at hon fær eina gjølla lýsing av málinum fyrsta dagin.


Óheppið signalvirði

Tað eru ikki meira enn smáir sjey mánaðir síðani at landsstýrið seldi fyrsta triðingin av Atlantsflog. Tá fegnaðist táverandi landsstýrismaðurin í vinnumálum um, at leiðsla og starvsfólk ynsktu at seta pengar í felagið.

Men í dag hevur pípan sum kunnugt fingið annað ljóð, og leiðslan hevur selt helvtina av sínum partabrøvum, enntá til felagið sjálvt, og enntá fyri ein yvirkurs. Tí spyrja vit landsstýriskvinnuna, hvat hon heldur um signalvirðið í hesum:

- Tað er eingin ivi um, at signalvirðið hevði verið betri, um handilin ikki fór fram, sigur Bjørt Samuelsen.

Landsstýriskvinnan vil tó ikki gera nærri viðmerkingar, fyrr enn hon hevur fingið eina gjølla lýsing av málinum.