Farna roknskaparárið hilnaðist illa hjá O.C. Joensen á Oyri O.C. Joensen á Oyri hevði góðar 12 mió. krónur í halli seinasta roknskaparár ímóti smáum fýra mió. krónum í avlopi árið fyri. Tað sæst eisini aftur hjá O.C. Holding, sum eigur 75 prosent av partabrøvunum í O.C. Joensen. O.C.Holding hevði næstan 10 mió. í halli seinasta roknskaparár.
O.C. Joensen gavst við rækjuvirkseminum og fæst nú einans við at keypa og selja gággur, skeljar og krabbar. Hans Andrias Joensen, sum er stjóri í báðum feløgum, sigur við Kringvarpið, at tað eru rækjurnar, sum hava kostað feløgunum dýrt.
Eginpeningurin hjá O.C. Joensen minkaði úr 22 í 12 mió. krónur í fjør, og eginpeningurin í O.C. Holding minkaði úr 27 í smáar 15 milliónir krónur.
Partafelagið Thor í Hósvík eigur meirilutan í báðum feløgum.
Kelda: Kringvarpið