Hondbóltur
Í nógvum, nógvum førum hava Kyndil og StÍF givið føroyska hondbóltsáskoðarunum nakrar av bestu hondbóltsupplivingunum, sum finnast her í Føroyum. Við støði í ferðmiklum tekniskum spæli hevur talan tíðum verið um sannar góðbitar fyri hondbóltsáskoðaran, og tí mundu nógv fara spent niðan á Nabb sunnudagin. Ikki minst heimaáskoðararnir, sulm eftir tveir Kyndils-sigrar á rað so smátt vóru farin at trúgva upp á lið sítt aftur.
Nógvar villur
Men talan varð nú ikki um ta stóru hondbóltsupplivingina. Ein fyrri hálvleikur við bara 16 málum kundi kanska bent á gott verjuspæl, men tað var nú heldur ikki tað, sum var atvoldin til hetta.
Skal nakað positivit finnast hendan hálvleikin, so var tað góða málmansspælið, sum Lars Black og Marian Cirloganescu sýndu. Í aðrar mátar var talan um eitt hav av tekniskum feilum, illa umhugsaðar skotroyndir og eini sera lágari leikferð.
Serstakliga gekst illa hjá gestunum fyrstu løtuna, og tyrstu 17 minuttirnar fingu teir bara tvey mál. Lukkutíð fyri teir hevði Kyndil tað ikki so øgiliga nógv betri, og tí fekk StÍF bart seg upp á javnt við seks málum seinastu 12 minuttirnar.
Bíðaði til evstu løtu
Málini gjørdust nakað fleiri eftir steðgin, men tað var framvegis trupult at finna nakað serligt hondbóltsspæl. Liðini bæði fylgdust væl uppeftir, men um miðjan hálvleikin tók dysturin eina avgerandi vend.
Innan fyri eini 20 sekund fekk Kyndil tvær útvísingar, og so vaknaðu StÍF og ikki minst Bárður Danielsen. Væl stríðandi vongurin fekk sær fýra kassar á rað, tá StÍF væl megnaði at spæla undirmannaðu mótstøðuverjuna tunna, og so tóktist alt avgjørt. Ikki minst, tá StÍF sutt eftir aftur økti, soleiðis at støðan fimm minuttir undan dystarloki var 22-17 í teirra favør.
Kanska hildu strandingar nú eisini sjálvir, at sigurin var heima. Í øllum førum fekk Kyndil tríggjar ferðir á rað revsað sløsut spæl frá gestunum, og so varð brádliga spennandi.
Tá Kyndil so fekk møguleikan at javna, tóktist eingin vilja standa við avgerðini. Marian hevði tá longu tikið fýra av fimm brotskøstum, og tá eingin annar helt sær til, trein Hans Áki fram fyri Kyndil. Tað eydnaðist at javna, men í næsta álopinum fekk StÍF kortini svarað aftur. Hetta tá Jakob sendi inn um nærmara stólpa. Kyndil royndi at svara í seinasta álopinum, men sekundini vóru ov fá, og so kundu gestirnir enn eina ferð fegnast um sigurin.
Ov nógv á fáum
Tað hevur verið sagt fleiri ferðir um StÍF, at ov nógvar byrður liggja á herðunum hjá Finni Hanssyni, og dysturin hesa ferð var ikki nakað undantak í so máta.
Finnur hevði kanska ikki sín besta dyst, og tó at hann fekk sjey mál, so vórðu hampuliga nógvar skotroyndir nýttar til hesi.
Men tað er merkisvert, at løtan, har Kyndil mundi tikið StÍF aftur, var, tá teir fóru út at mansverja Finn. Hóast strandingar nú høvdu bæði Jakob og Leiv við aftur í bakk-ketuni, so tóktist hetta steðga spælinum fullkomuliga. Og tað er ein støða, sum StÍF ivaleyst noyðist at arbeiða við til komandi dystirnar.
Hjá Kyndli er hinvegin framvegis nógv arbeiði. Enn er Høgni Klein ikki í dystarvenjing, og tað er kanska fyrsta fortreytin fyri, at spælið skal hanga saman. Men fyri tað eigur tað framvegis at kunna roknast við meira enn tí, sum fleiri av hinum spælarunum sýndu sunnudagin.
Fakta um dystin
Kyndil-StÍF 22-23 (8-8)
Málskjúttar
Kyndil: Hans Áki Dal-Christiansen 6(2), Rókur Akralíð 6, Hanus Johansen 5, Hjalti M. Jacobsen 2, Hans Arni Thomsen 1, Høgni Klein 1, Ken Zachariassen 1
StÍF: Finnur Hansson 7(1), Leivur Justinussen 4, Jakob Jónsson 4, Bárður Danielsen 4, Andre F. Danielsen 2, Bent Djurhuus 1, Terji Poulsen 1
Brotskøst: Kyndil 6. StÍF 1
Útvísingar: Kyndil 4, StÍF 6
Dómarar: Uni Wardum & Hannis Wardum