Vánaligt handalag

Nú hevur fólkaskúlin ligið lamin í meiri enn 14 dagar, men enn røkist einki fyri semju, hóast tað ígjár frættist, at semingssmenninir hava samband við partarnar, sum jú standa langt frá hvørjum øðrum.

Hvørjar avleiðingar arbeiðssteðgurin fær fyri teir eldru næmingarnar er ikki greitt fyri okkum, sum eru uttan fyri skúlan, men tað er greitt, at arbeiðssteðgurin elvir til hurlivasa og ótryggleika í bæði skúla og heima.


Tað er tí ikki løgið, at skúlaleiðarar í Eysturoynni og skúlastjórar í Havn, sum óivað hava størstu trupulleikarnar, heita á landsstýrismannin í skúlamálum um at taka stig til at loysa trætuna.


Heldur ikki er løgið, at bæði skúlafólk og onnur við í hesum døgum spyrja: -hvar er Signar á Brúnni. Hann hevur ovastu ábyrgdina í skúlamálum, men hevur verið óvanliga tigandi í fyrsta læraraverkfallinum nakrantíð.


Spurningurin er jú ikki bara um eitt lønarmál, tí sjálvandi skulu lærarar hava ta lønarhækking, sum øll onnur fingu síðsta ár, men spurningurin er jú um nýggju fólkaskúlalógina og hvat hon kostar í pengum og tí eisini í læraratali.


Fólkaskúllálógin er samtykt, men tað skilst, at kostnaðurin veldst alt um, hvussu nógvar kunngerðir verða settar í verk ella ikki. Og tað merkir: hvønn politikk hevur landsstýrismaðurin sett sær fyri at reka á hesum øki.


Ætlar hann av álvara at fáa fólkaskúlalógina at virka, má hann greiða landsstýrismanninum í fíggjarmálum frá, at hetta kostar so og so nógvan pening, og so má Karsten Hansen gera eina eykajáttanarlóg.


Sjálvandi skal hann ikki oysa út, men tað ber heldur ikki til at samtykkja lógir, og so ikki játta tann pening, sum lógin krevur. Skúlin hevur fyrireikað seg til nýggju lógina, og tað skilst, at bæði lærarar og næmingar dáma væl teir nýggju møguleikarnar og avbjóðingarnar.


Ígjár gjørdu bæði lærarar og næmingar vart við støðuna, men hvussu leingi fara landsins politikkarar - tað veri seg løgmaður, samgonga og andstøða - at góðtaka tað út av lagi vánaliga handalag, sum er sýnt í hesum máli?