Vánaligt av HSF

Eftir dystin fingu vit orðið á Lailu Jespersen úr VB, og hon gav eina stutta lýsing hvat gekk galið í dystinum, og so gav hon eisini til kennar, sínar hugsanir um, at hondbóltssambandið hevði valt at leggja dystarskránna soleiðis fyri, sum um vikuskiftið

Laila Jespersen staðfesti eftir oddadystin móti Neistanum, at tað ikki var nøktandi av hondbóltssambandinum, at VB skuldi spæla tveir dystir um vikuskiftið - har tann seinni var oddadystur.

- Vit merktu tað heilt vist á kroppinum. Dysturin móti StÍF á Skála leygardagin var jú sera tættur, og vit máttu stríðast til tað seinasta. Tað kostaði nógva orku, og fleiri av leikarunum vóru eisini eymar til dystin í gjár. Skjótleiki er eisini eitt av eyðkennunum hjá Neistanum, og tá er neyðugt hjá okkum at vera heilt úthvíldar. Harmuligt, men sera vánaligt av HSF.

Hevði dysturin verið øðrvísi, um tit ikki leiktu leygardagin eisini?

- Ja. Vit taptu bara við einum máli. Tað er sjálvandi torført at siga, men eg trúgvi, at tað hevði verið øðrvísi. Tá skal sjálvandi eisini verða sagt, at vit kunnu takka okkum sjálvum fyri ósigurin. Vit misnýttu fleiri upplagdar málmøguleikar, og tað er ikki nøktandi. Í løtum riggaði heldur ikki serliga væl í verjupartinum. Samanumtikið eru vit nøgdar við kappingarárið. Fleiri av leikarunum eru ungar og búnaðar nógv. Heldur hendan gongdin fram, so verða vit av álvara við í gullstríðnum um tvey-trý ár, staðfestir Laila Jespersen.