Vánaligt at venda kanónini ímóti okkum

Samgongan skuldi brúkt orkuna upp á at finna eina semjum heldur enn at skerja okkara rættindi at fara í verkfall

 

– Hetta var ógvuliga vánaligt av samgonguni.

Tað heldur Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum.

 

Og tað, hann sipar til, er at samgongan royndi í gjár at fáa politiska undirtøku fyri at leggja upp í verkfallið og at áseta við lóg, at Pedagogfelagið skuldi geva Almannaverkinum tey undantøkini, sum kravdist fyri at sleppa undan at seta lív og heilsu í váða.

 

Almannaverkið hevur staðfest, at tað er neyðugt at fáa undantak til 135 pedagogar, sum kunnu vera til arbeiðis, hóast verkfall er. Men Pedagogfelagið vildi bara geva undantak til 109 pedagogar og tað fekk Almannaverkið til at kalla støðuna vandafulla.

 

Jógvan Philbrow sigur, at í gjárkvøldið fingu tey umsókn frá Almannaverkinum um fleiri undantøk, og sostatt hevur Pedagogfelagið givið undantak til seks pedagogar afturat. Sostatt hevur Pedagogfelagnum nú givið undantaksloyvi til 115 pedagogar, sum kunnu arbeiða í verkfallinum.

 

– Vit hava mett um støðuna og eru komin til ta niðurstøðu, at hetta er nóg mikið til at tryggja, at lív og heilsa ikki verður sett í váða, sigur hann. Men hann leggur afturat, at tey hava eisini lagt upp fyri ynskjunum hjá Almannaverkinum.

 

Men formaðurin í Pedagogfelagnum heldur lítið um, at samgongan royndi at trekkja tenninar úr Pedagogfelagnum við at fáa Løgtingið at leggja upp í. Tey skuldu heldur brúkt orkuna til at finna eina semju, sigur hann.

 

Men enn eru ongi útlit fyri semju, tí tað er fullkomiliga naggatódn í samráðingum og Pedagogfelagið hevur onki hoyrt.

 

Tí stendur verkfallið við og Jógvan Philbrow staðfestir, at tað er Fíggjarmálaráðið, sum má bera ábyrgdina av støðuna, eisini um vit koma í eina støðu, har lív og heilsa stendur í váða. Tað er nevniliga Fíggjarmálaráðið, sum ikki vil samráðast sigur hann.

 

Tá ið sjúkrarøktarfrøðingarnir vóru í verkfalli, var Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, íðin at gera almennar viðmerkingar til støðuna, men nú Pedagogarnir eru farnir í verkfall, er hon farin undir heilt, tí hesar seinastu dagarnar hava vit roynt óteljandi ferðir at fáa fatur á henni, men hon tekur ikki telefonina.