Marknaðurin fyri keypi av hýsu er lítil í Føroyum í løtuni, og á Fiskamarknaði Føroya í gjár og í dag vóru allir miðalprísir fyri hýsu niðanfyri 10 krónur fyri kilo. Bæði í gjár og í dag hava sølur verið á Fiskamarknaði Føroya.
Í dag vórðu 53,2 tons seld fyri tilsamans 720.000 krónur, og í gjár seldi Fiskamarknaðurin sløk 200 tons fyri góðar 2,2 miljónir krónur.
Miðalprísurin fyri øll fiskasløgini samanløgd var í dag 13 krónur og 52 oyru, og í gjár var miðalprísurin 11 krónur og 31 oyru.
Størstu nøgdirnar á Fiskamarknaðinum í dag var toskur 2 og toskur 3, sum fór fyri miðalprísin 26 krónur og 3 oyru og 14 krónur og 91 oyru.
Eini 15 tons vóru av hýsu, og besti miðalprísurin, sum var fyri hýsu 1, var 9 krónur og 47 oyru.
Av teimum 200 tonsunum, sum Fiskamarknaðurin seldi í gjár, vóru umleið 70 tons av toski og 65 tons av hýsu.
Prísurin fyri tosk 3 og tosk 4 var ávikavist 14 krónur og 89 oyru og 10 krónur fyri kilo fyri tann minna toskin.
Hýsa hevði lítlan prís á marknaðinum í gjár, har besti miðalprísurin var 8 krónur og 94 oyru. Minsti miðalprísur fyri hýsu í gjár, var 3 krónur og 84 oyru, og hetta var fyri hýsu 4.