Vánaligasti dysturin hjá ÍF í ár

(Rás2) Hoyr Ára Ellingsgaard seta orð á tapið ímóti Skála og niðurflytingina, sum nú er staðfest

Tað hevur ligið í kortunum leingi, og nú er tann seinasti pinkalítli teoretiski møguleikin burtur: ÍF spælir í 1. deild komandi kappingarár. Tað bleiv endaliga staðfest, tá ÍF tapti 1-2 á útivølli ímóti Skála í kvøld.

 

Ári Ellingsgaard hjá ÍF heldur, at talan er um higartil vánaligasta dystin hjá ÍF í hesum kappingarárinum.

 

Ári Ellingsgaard viðgongur, at tað hevur verið vánaligt í ár, men høvdu sigrar komu til høldar ímóti 07 Vestur, so hevði ÍF enn havt ein møguleika.

 

Ári Ellingsgaard slær fast, at sum stoltir ÍF-arar fara hann og liðfelagarnir at stríðast manniliga teir seinastu fýra dystirnar, sum eru eftir hetta kappingarárið.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr beinleiðis samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við Ára Ellingsgaard aftaná dystin á Skála.