Millum spurningarnar, sum Manntal setti fólki í november 2011 var, hvussu fólk sjálvi mettu heilsuna at vera.
Ikki óvæntað meta tey yngru seg at hava betri heilsu enn tey meira tilkomnu.
Svarini eru býtt upp í fólk yvir 65 ár og fólk millum 25 og 64 ár.
Samlað siga fólk seg hava góða heilsu. Heili 80% siga seg hava góða ella sera góða heilsu, meðan bara sløk 3% siga seg hava ringa ella sera ringa heilsu.
Býtt á økini sæst , serliga millum tey 25 til 64 ára gomlu, at flest fólk á Sandoynni og í Suðuroynni siga seg hava hampiliga ella ringa/sera ringa heilsu.
Fólk í Norðoyggjum, Eysturoy, Norðurstreymoy og Suðurstreymoy eru tey, ið halda seg hava bestu heilsuna í aldursbólkinum, 25 til 64 ár, omanfyri 85%. Síðani kemur Vágoy við gott 80%, meðan Suðuroy og serliga Sandoy liggja niðan fyri 80%.
Í bólkinum 65 ár og eldri er tað Suðurstreym, sum liggur best fyri, upp móti 60%, meðan Sandoy liggur undir 40%, vísa hagtøl í Manntal.










