Vánaligaru dagstovnarnir krógvaðir fyri foreldrum

Tórshavnar kommuna vil ikki upplýsa foreldrum, hvørjir dagstovnar í kommununi eru ringast umtóktir. – Hetta er ein kanning og ikki ein kapping, sigur Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri, hóast nummar eitt, tvey og trý í populariteti eru nevndir við navni

Umfatandi spurnarkanning er gjørd millum foreldur og starvsfólk á ymsu dagstovnunum í Havn. Stovnarnir hava fingið sera ymisk skoðsmál, hóast tey sum heild eru góð.

Í kanningini verður upplýst, hvørjir tríggir teir best umtóktu stovnarnir eru, men hinir verða duldir.

– Hetta er ein kanning og ikki ein kapping, sigur Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri hjá Tórshavnar kommunu.

Hann viðgongur tó, at tað kann sýnast óheppið, at tríggir teir best umtóktu stovnarnir eru nevndir við navni, tá ætlanin var, at ongin skuldi nevnast.

– Hetta er ikki ein PISA kanning, har tingini verða roknað og kannað. Hetta er ein subjektiv vurdering, sum foreldur og starvsfólk hava gjørt av ymisku stovnunum, sigur Jóan Petur Hentze.


Kann broyta val

Í Århus kommunu, ið hevur gjørt júst somu kanning, sum Tórshavnar kommuna hevur gjørt, verða tílík skoðsmál av stovnum almannakunngjørd, og foreldur nýta millum annað hesar upplýsingar, tá tey velja ein dagstovn.

- Almannakunngeringin av trimum teimum bestu stovnunum kann hava við sær, at foreldur velja hesar tríggjar stovnarnar framum hinar, tá tey skulu velja, viðgongur trivnaðarstjórin.

Tá hann verður spurdur, um hetta leggur allar hinar stovnarnar undir illgruna at vera ringastir, svarar hann við tøgn.

Fleiri viðmerkingar vil Jóan Petur Hentze ikki gera til málið í verandi løtu, men staðfestir, at innlitsumbøn frá Sosialinum í nøvn og úrslit á stovnunum – sum ikki eru nevndir við navni – í løtuni verður viðgjørd av kommununi.