- Vánaligar fyrireikingar ikki ein umbering

Lars Olsen ásannar avbjóðingar í fyrireikingunum, men góðtekur tað ikki sum umbering

##med2## 

Tað var ein bersøgin Jóan Símun Edmundsson, sum í samrøðu við Portal.fo eftir dystin móti Norra, helt fyri at fyrireikingarnar til dystin hava verið alt ov vánaligar.

- Fyrireikingarnar hava verið elendigar. Vit kunnu ikki vænta við at venja tríggjar ferðir um vikuna í eina mánað, at vit kunnu spæla upp í móti hesum. Og so venja á einum vánaligum graslíkisvølli í tríggjar dagar, og vænta at vit kunnu hava eina venjing á grasi í Oslo og so spæla upp móti hesum, segði Jóan Símun Edmundsson við Portal.fo í Mixed Zone eftir dystin.

##med3##

Lars Olsen, landsliðsvenjari, ásannar at tað er avbjóðingar við fyrireikingunum, men heldur ikki at tað kann brúkast sum umbering.

- Fyrireikingarnar hava ikki verið tær bestu, og tað vita vit um hetta mundið á árinum. Tað eru fleiri orsøkir. Spælararnir hjá okkum í Íslandi hava ikki spælt í eina mánað, meðan føroyska kappingin endaði síðst í oktober. Tá vit so skulu spæla ein dyst mitt í november, har spælararnir ikki eru vanir við at renna runt við einum pulsi upp á tvey hundrað, so kann tað hava eina ávirkan, sigur Lars Olsen og leggur afturat:

- Vit hava verið úti fyri hesum fleiri ferðir. Hesa ferð spæla við í norðurlondum, har grasvøllirnir ikki eru góður um hetta mundið á árinum. Tað legst so afturat støðuni við vantandi dystarvenjing. Fleiri spælarar hava ikki spælt, meðan aðrir ikki fáa fasta spælitíð í feløgunum, sigur føroyski landsliðsvenjarin.

 ##med4##

Tað hevur eisini verið funnist at venjingarumstøðunum í Keypmannahavn, har vant bleiv á Sundby Idrætspark. Serliga annar vøllurin var vánaligur.

- Og so eru tað vøllirnir. Er tað betri at venja á einum ósløttum grasvølli ella einum sløttum, men vánaligum graslíkisvølli? Bæði í Danmark og Svøríki, og helst eisini í Norra, sleppur tú heldur ikki á grasvøllirnar eftir 1. november, sigur Lars Olsen, sum ikki góðtekur hetta sum eina umbering.

- Tað er avrikið á vøllinum, sum er avgerandi fyri at vit tapa dystin 4-0. Fyrireikingarnar eiga sjálvandi ein lítlan part av orsøkini, men vit skulu ikki billa okkum inn, at tað eru nakrar venjingar á graslíki ella at onkrar kappingar eru endaðar, at vit tapa. Orsøkin er eitt ov vánaligt avrik frá okkum øllum, sum ger at vit tapa, sigur Lars Olsen.

Føroyar taptu 4-0 móti Norra. Mánakvøldið spælir føroyska landsliðið seinasta dystin í hesi EM-undankappingini. Dysturin verður móti Svøríki á Friends Arena.

##ms##

FM1: Samrøða við Lars Olsen