Vánalig veiða í góðari fiskitíð

Bara tvey línuskip eru til fiskiskap undir Føroyum. Tey koma inn at landa í dag og hava mest av bros­mu og longu. Tey línu­skip, sum eru í vinnu, men sum liggja í løtuni, fara út aftur, tá veður og streym­ur loyva tí.
Fiskamarknaður Før­oya veit at siga, at trý línu­skip eru til fiskiskap á Flemish Kap og fiska tosk. Tvey frysta umborð, og tað triðja ísar.
Um útlitini fyri út­róð­ri hesa vikuna, sig­ur marknaðurin, at streym­urin verður harður, og líkind­ini verða eisini ivasom.
Men, onkur útróðr­ar­bát­ur fer helst út í viku­ni.
Flestu partrolarar fiska eystan fyri, og skip­ini koma inn at landa, sum vikan gongur.
- Fiskiskapurin hjá par­trolar­unum er ov vána­lig­ur, tá havt verður í huga, at hetta er góð fisk­itíð.
Tveir djúp­vatns­trol­ar­ar fiska upsa, og ein fiskar svartkalva, konga­fisk og blálongu á djúp­um. Teir, sum fiska upsa, koma helst inn at landa í dag og tann, sum fiskar á djúp­um, landar væntandi sein­ni í vikuni.
Fiskamarknaður Før­oya veit at siga, at tríggir djúpvatnstrolarar eru á Flemish Kap og fiska tosk. Teir frysta veiðina um­borð.
- Tríggir trolbátar fiska havtasku, harav hin eini eisini hevur nakað av toski og hýsu. Trolbátarnir koma helst inn at landa í dag.
Lagt verður aftrat, at trol­báta­r­nir, sum liggja, fara út aftur, tá veðrið batnar.