Vánalig umbering fyri at gevast

Landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum heldur lítið um umberingina hjá reiðarínum Nærabergi, um at geva politisku myndugleikunum høvuðsábygdina fyri, at Atlantic Navigator nú gevst í Føroyum

Umstøðurnar at virka í Føroyum eru ikki versnaðar, heldur Bjørn Kalsø, og skilir tí als ikki reiðaríið á Atlantic Navigator, sum leggur høvuðsábyrgdina fyri avgerðina um at gevast á teir polisku myndugleikarnar.
- Hetta má vera tí, at tað er betri onkra aðrastaðni. Annað kann tað ikki vera, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum.
Bjørn Kalsø vísir á, at nógv av tí, sum Hanus Hansen, reiðari á Nærabergi, nevnir, als ikki er liðugt viðgjørt í tinginum.
- Eg veit heldur ikki, hvar hann hevur tað frá, at útlendski eigaraskapurin skal minkast úr 33 prosentum niður í 25 prosent. Tað kemur ikki frá okkum. Og hetta at lata fiskiloyvini koyra í 10 ár, merkir als ikki, at reiðaríini missa fiskiloyvini. Onki er til hindurs fyri, at loyvini verða longd. Og tá vit tosa um 20 prosent av einum ávísum fiskaslagi, so verður hetta bert galdandi fyri tey skip, sum koma inn í flotan. Markið upp á 30 prosent fyri verandi skip verður ikki broytt, sigur Bjørn Kalsø.
Landsstýrismaðurin sigur seg hava fylgt væl við í verkætlanini hjá Nærabergi og vísir á, at Atlantic Navigator hevur kunnað fiskað alt tað, skipið hevur verið ment.
- Eg dugi ikki at síggja annað enn tað, at hetta má vera ein strategisk avgerð hjá reiðarínum, tí fólkini aftanfyri meta tað vera meiri áhugavert at seta skipið í vinnu aðrastaðni. Tí er tað skeivt at leggja eftir okkum og geva okkum skuldina, sigur Bjørn Kalsø.
Hann undirstrikar, at ætlanin við at broyta fiskilóggávuna als ikki er at gera støðuna ótryggari fyri fiskivinnuna.
- Vinnan hevur framvegis góðar karmar at virka undir, og teir fara ikki at versna, stendur tað til mín, lovar Bjørn Kalsø.