Fiskivinna
Bæði upsa og hýsumarknaðurin eru vánaligir í løtuni, meðan nakað betri stendur til við toskinum, sigur Petur Mohr, virkisleiðari á flakavirkinum Norðís á Eiði.
Á Eiði arbeiða tey mest hýsu og upsa, sum verða skorin til flak og fryst. Tó verður nakað av saltfiski eisini arbeitt, men ikki í so stóran mun, sigur virkisleiðarin.
Tað er nokk at gera á virkinum, sigur Petur Mohr. Tey arbeiða hvønn dag og frysta niðurfyri. Men ikki er lætt at sleppa av við hýsuna, sigur hann, tí goymslurnar í Englandi, hagar selt verður, eru fullar.
Hýsan verður eisini seld til USA, meðan upsin fer til Týsklands og Fraklands.
Toskurin, sum keyptur verður, verður allur saltaður, sigur Petur Mohr. Sumt verður flakt, meðan annað verður skorið til flak. Tann flakti slatfiskurin verður seldur til Spoania, meðan italienarar meira eita saltaða flakið, sigur virkisleiðarin á Norðís.
Tað plagar ikki at vera vanligt á Norðís at arbeiða upsa hesa árstíðina, sigur Petur Mohr. Men hýsuprísurin ger, at neyðugt er at keypa upsa eisini fyri at hava nakað av arbeiði. Tað hevur verið meira vanligt at arbeiða upsa um summarið, sigur hann.
Alt, sum arbeitt verður á Norðís, verður keypt um fiskamarknað Froya, sigur Petur Mohr virkisleiðari á Norðís á Eiði.
Norðís er partur av einum størri samtaki við fýra virkjum, sum somu eigarar eiga. Tey eru vikið í Hvalba, í Sørvági, á Eiði og eitt í Klaksvík.
Petur Mohr sigur, at í Hvalba verður nakað av feskum sent av landinum, meðan tey bara frysta á Eiði, umframt tað lítla av saltfiski, arbeitt verður har. Í Klaksvík og í Sørvági verður nógvur saltfiskur arbeiddur, sigur hann.