Frágreiðingin, sum Johnny í Grótinum legði fram vegna ráðið, er ein konjunkturfrágreiðing, ið snýr seg um búskaparligu gongdina í Føroyum seinastu árini, og hvussu útlitini eru fyri næsta árið.
Hava dugað betur
Nú eru góð 10 ár síðani, at stóra kreppan her á landi vendi, og tað aftur fór at ganga rætta vegin. Men nógv eyðkenni, ið vit kenna aftur frá tíðini, tá ið kreppan byrjaði í Føroyum, hava verið at sæð í samfelagnum seinnu árini, og tí hava nógv spátt, at ein nýggj kreppa hevur verið ávegis. Búskaparráðið er tí mangan spurt, hvar kreppan blívur av, greiddi Johnny í Grótinum frá.
Hóast gjaldoyrainntøkurnar eru minkaðar nógv seinastu árini, og blokkurin er skorin niður, so vísa flestøll hagtøl fyri búskaparligu vælferðina hjá borgarunum, at eingin kreppa er í búskapinum, sigur ráðið í frágreiðing sínari.
Búskaparráðið sigur, at meðan kreppan í nítiárunum fyrst og fremst komst av vánaligari búskaparpolitiskari stýring við eitt nú høpisleysum stuðulsskipanum, so hevur tað hesi seinnu árini verið stýrt skilagott, soleiðis at vit sleppa undan at koma í eina slíka kreppu aftur.
Útflutningsvinnan hevur havt tað trupult seinnu árini, og gjaldoyrainntøkurnar hava verið minst líka vánaligar, sum tær vóru undir kreppuni, men ongin kreppa hevur verið at merkt hóast tað. Tí kunnu vit nú staðfesta, at tað fyrst og fremst er vánalig stýring, ið elvdi til kreppuna á sinni, segði Johnny í Grótinum á tíðindafundinum.
Bjartskygni
Somuleiðis heldur Búskaparráðið, at tað eru nógv tekin um bjartskygni í samfelagnum, og at fólk ikki eru bangin fyri, at ein kreppa er ávegis.
Til dømis eru húsaprísirnir vaksandi, og lønargjaldingarnar hava verið støðugt vaksandi síðani miðskeiðis í nítiárunum. Bara frá 2004 til 2005 vuksu lønargjaldingar við sløkum trimum prosentum, sum er eitt rímuliga høgt tal sambært Búskaparráðnum. Verða hesi tøl kanna gjøllari, ber til at síggja, at innan okkara høvuðsvinnu, fiskivinnuna, eru lønargjaldingarnar vaksnar heilt nógv. Lønargjaldingarnar innan fiskiskap vuksu nevnliga við 7,4 prosentum, og tá ið havt verður í huga, hvussu stóran part, umleið 13 prosent, av samlaðu lønargjaldingunum, ið talan er um, er greitt, at tað hevur nógv at siga fyri samfelagsbúskapin.
Eisini metir Búskaparráðið tað verða eitt greitt tekin um bjartskygni, at nógv skip og virkir hava skift eigarar seinnu árini.
Skulu ansa eftir
Búskaparráðið heldur tað verða rætt, at landið í ein ávísan mun er við til at stimbra búskapin, men tað er eisini umráðandi at ansa eftir, at man ikki stimbrar ov nógv.
Tað er umráðandi, at vit ikki stimbra ov nógv, tí tað er óvist, um búskapurin tolir tað. Tí verður stimbrað ov nógv, so fer tað at merkja eitt ávíst lønartrýst á arbeiðsmarknaðin. Hetta tolir arbeiðsmarknaðurin ikki. Arbeiðsloysið í Føroyum er rættuliga lágt, eisini samanborið við grannalondini hjá okkum. Tó er arbeiðsloysið her á landi rættuliga ymiskt frá øki til øki. Til dømis er Suðuroyggin harðari rakt enn onnur øki, og tí er tað eisini í lagi, at landið fer út at gera eina stóra íløgu í oynni, sum er við til at skapa nógv arbeiðspláss, segði Johnny í Grótinum.
Tó heldur Búskaparráðið, at tað hevði verið skilabest, um fíggjarlógin ikki framhaldandi hevur eitt hall, soleiðis sum tað hevur verið seinastu tvey árini.