Bátar, sum royna eftir upsa við snellu, hava smáligan fiskiskap.
Úr Klaksvík frættist, at snellubátarnir, Havsbrún, Karlamagnus og Líðhamar hava just verið á Klaksvík og landað.
Karlamagnus og Havsbrún høvdu um 20.000 pund í part, og var talan um langar túrar. Líðhamar var úti í nakrar dagar, og høvdu teir um 4.000 pund.
24timar. fo veit frá snellumonnum at siga, at lítið er at fáa, og upsin er smáttfallandi.