Landsstýrið arbeiðir við at leggja øll almenn skip í eitt alment felag. Tað merkir, at skipini hjá Strandafaskipum Landsins, Vørn, sum er fyrrverandi Fiskiveiðieftirlitið, og skipið hjá Havstovuni skulu rekast av einum og sama felag. Men tað er eitt vánligt hugskot, halda bæði stjórin á Havstovuni, Eilif Gaard, og stjórin á Vørn, Elmar Højgaard.
Í skrivi, sum Vørn hevur sent Fiskimálaráðnum, og sum Kringvarpið hevur fingið innlit í, sæst at Vørn staðiliga mælir frá at fremja hesa ætlan.
Orsøkin til, at omanfyrinevndu almennu stjórar ikki kunnu taka undir við ætlanunum hjá Landsstýrinum, eru m.a. tí at vísindaliga, tøkniliga og fíggjarliga parturin verður skildur sundur, um ætlanin verður framd, og tað er óheppið.
Lesið meira her:
kvf.fo/Archive_Articles/2013/07/18/burturvid-leggja-skip-hja-vorn-og-havstovuni-undir-sl
Mynd av Brimli: vorn.fo